Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 5

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 5
Blak 11 Book of Leinster, p. 195, line 36. (Handrit tíðliga úr 12. øld).« Seinni í tíðini eru dømi í hundraðatali, men hetta fer at vera nóg mikið. Um upprunan at hesum forna írska orði, sum í víkingatíðini sløddist so langt norður sum til Førí oya, er at siga, at menn nú eru mest at at halda tað vera drigið burtur úr írskum bláth »blomstur« (sbr. latínskt flos ’blomstur’), sí Walde*Pokorny II, 176—7. Men slík greiðing er ikki eyðskild, tí, sum C. R. Ó Cleirigh sigur, »the semantics seem rather difficult to understand, and, perhaps more important still, I can think of no other formation quite like bláthach«. í føroyskum er blak einasta gamla orð, sum merkir »mjólk, ið eftir verður, tá ið tey kirna« (kivnumjólk, sum tey siga í Havn, er eitt ungt orð, gjørt eftir tí danska »kærnemælk«). Orðið er komið inn í fornføroyskt úr geliskum; sum nevnt vita vit ikki vist, um orðið eisini var til í fornum hjalt= lendskum og orknoyskum. Men hvussu verður bláthach (bláthach) blak? Eg hugsi mær, at orðið í fornføroyskum æt *blaðak, og tá ið ð í 16. øld datt burtur, varð tað drigið saman í eitt stavilsi. í víkingatíðini man geliskt th í hesum orði (nú er th sagt h) hava verið framborið sum ]d, men slíkt mátti í norrønum broytast til ð. Verri er at greiða, hvussu føroyskt kundi fáa stutt »a« burtur úr longutn »á«, tí eitt er víst, at gamalt *bláðak hevði í føroysk.um nú itið *blák og ikki blak. Kanska er her ein ávirkan av tí upp* runaliga norrøna føroyska orðinum blak »kast«. Men hóast vit ikki kunnu greiða regluliga ljóð fyri ljóð úr geliskum inn í føroyskt, er eingin ivi í tí, at blak (um mjólk) er runnið úr tí nevnda geliska orðinum, sum merkir tað sama. — Av teimum keltisku málunum hevur einki hetta navnið á blaki uttan geliskt (í Irlandi og í Skotlandi). Viðvíkjandi neytum og neytahaldi hava Føroyar onnur orð, sum vísa móti Skotlandi ella írlandi. Orðið tarvur, sum eisini er til í íslendskum, er av geliskum uppruna, drunnur (sbr. ísl. drundr) er komið haðani. Merkiligasta
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.