Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 13
Fulli títtleikin av teim ymsu húðsjúkunum hjá eini tjóð 19
Við tað at leitað var eftir hvørjum einasta psoriasistih
burði, hvussu lítil hann var, og leitanin eftir psoriasistib
burðum, sum í løtuni vóru eyðkennisleysir, var av megin*
týdningi, er hesin bólkur ikki hóskandi til samanburðar
við hinar. Viðvíkjandi hinum húðmeinunum eru bert teir
sjúklingar skrásettir, ið sjálvir hava givið seg til. Tilsamans
eru tað 567 fólk, ið skrásett eru við til samans 663 ymis*
ligum húðsjúkum.
Eins og áður nevnt var tað ikki endamálið við hesi
kanning at fáa við hvønn tilburð av acne, eins og t. d.
evarskasmáir tilburðir av pityriasis, ið finnast hjá so ómeta*
liga mongum, høvdu spilt eina skilagóða sundurskifting av
sjúkunum. Harafturat er høvdalúsin útihýst beinan vegin.
Tílík kanning er sjáldan dámd. Hon var tó alt annað enn
sjáldsom.
Somuleiðis er kropslúsin ikki tikin við. Henda plágan
er til í einstøkum avbyrgdum fátækum bygdum og ser*
stakliga hjá gomlum fólki, ið ikki gera ov nógv burtur
úr reinføri. Tá ið tað er royndur lutur, at hesi fólk hava
givið seg undir hesa plágu, koma tey ikki við.
Tá ið frátiknar eru kambfjaðrar (verrucae vulgares), ið
føroyingar meta við somu líkasælu og danskt bygdarfólk,
átti uppgerðin yvir hinar húðsjúkurnar at verið álítandi.
Á 2. mynd eru mannfólk og konufólk skift sundur eftir
aldri. 32 sjúklingar vóru yngri enn 1 ár (6 °/o), 88 vóru
børn yngri enn 10 ár (16 °/o), og 32 vóru farin av 70
(6 °/o).
Meðan eg skrásetti sjúkuavgerðina, skilaði eg eisini til
sjúkustigið. Mær tókti, at slík uppseting hevði lítið virði,
um ikki samstundis kundi fáast hylling á, hvussu nógv
hvør einstøk sjúka gjørdi um seg. Eg havi býtt sundur í
hesi 3 stig.
1. stig: her eru at finna allir linir tilburðir, teirra millum
nøkur sum helst ikki høvdu leitað til lækna í
vanligum umstøðum.