Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 25
Finna, peð og bekkur
31
hevur tað í miðaldarorði, sum samband hevur við lat. pes,
pedis »fótur«, og merkingin er óivað av fyrstu tíð »gongu<
hermaður«. Av miðaldarlatínskum finnuíheitum kenna vit
tvey: pedes og pedo, pedonis. Av tí seinna orðinum eru
komin m. a. hesi nøvn á »finnu«: ital. pedina (í miðøld:
pedona), fr. pion og enskt pawn. — Elsta dømið við peð=
í norrønum finna vit í Karlamagnusar søgu, og tað hevur
einki at gera við »finnu«, sí útgávu Ungers (bls. 314):
» . .. peðmenn eða góngumenn«. í ungum íslendskum mið*
aldarbókmentum er merkingin altíð »finna«, peð(s)mát o.
fl., sí hjá Fritzner.
Eitt annað vísir orðið bekkja(r)peð okkum: at okkurt á
talvborði hevur verið kallað bekkur, m. Og tíbetur, ikki
er langt eftir at leita, føroyskt nútíðarmál hevur varðveitt
orðið — og eittans íslendskt miðaldarhandrit. Annað er
tað, um vit við vissu kunnu siga, hvør partur av talv*
borðinum ið so æt. I føroyskum er bekkur til í hesum
orðafellinum: at loysa frá bekki, og er tað nýtt, sum Maria
Skylv Hansen sigur mær frá, »tá teir settu tann fyrsta
mannin av innasta rað út«. M. S. H. leggur afturat: »Maðurin,
sum segði mær hetta, helt, at hesi orðini eisini vórðu søgd
í dammtalvi«. — íslendska orðið er til í handritinum AM
152 fol., bl. 85 v. (Sagan af Sigurði bógula), har so stendur:
»Á bordinu vóru XVI reitir horna jmillum.ok XVI tafl
menn uit huarn beck ok jammorg peth huoru megin ...«
(Reitir = puntar; taflmenn = menn, talvfólk). Tað er líkt
til, at »bekkur« her er tann parturin av talvborðinum, sum
fólk er á, áðrenn leikur byrjar. Tann merkingin í íslendskum
nútíðarmáli, sum næst er týdninginum her, man vera »rond«
(á vovnum teppi ella tíl.). Sbr. orðabók Jóns Ólafssonar
(á Árnasavni): »Beckr... 2. longa et æqvalis zona, vel dist=»
inctio in aulæis et aliis acupictis peristromatibus«, og Bjórn
Halldórsson: »Beckr á svuntu, klúti & c.: emblama ventralis
strophioli <5>. c. (Rand, List paa Forklæder, Tørklæder o. desl.)«.
Til at fata, hví rókafinnurnar itu »bekkja(r)peðini«, verða
vit kanska at hugsa okkum, at ytsta rondin ella puntarøðin
æt áður á føroyskum bekkur.