Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 28
Grindadráp í Føroyum 1940—1962.
(Pilot Whales (Globicephalus melaena Traill)
killed in Faroe 1940—1962.)
Eftir Jákup 5v. Joensen.
Hvussu langt aftur í tíðina menn hava dripið grind í
Føroyum, man vera ilt at siga við vissu. Aftur til 1584
hava vit upplýsingar um grindir í Føroyum. Louis Zachaí
riasen (1959) vil vera við, at grind er dripin her langt
aftur í miðøldina, men H. C. Múller (1884) heldur, at
grind er kend og dripin her á landi aftur í fornøldina.
H. C. Múller (1884), ið var sýslumaður í Streymoyar
sýslu frá 1839, hevur skrivað um grindir í Føroyum
upp gjøgnum tíðirnar. I 1584 doyðu 4 stórir grindahvalir
(nýðingar) undir Lítlu Dímun. Teir rendu seg á land.|Annars
var fyrsta grindin, vit vita um, dripin Norðri í Sundinum
í september 1600. Hetta var lítil grind (24 hvalir). Frá
tíðarskeiðnum 1641—1708 (Gabels tíðin) hava vit at siga
ongar upplýsingar um grindir. Árini 1745—1795 vóru vána^
lig grindaár. í hesum 50 árunum doyðu bert 70 hvalir
árliga í meðal. Tey nógvu árini kom tá eingin grind, í
1755—1775 bert ein lítil (16 hvalir í des. 1770). Frá 1796
til 1883 er grind deyð á hvørjum ári, serstakliga frá 1830
vóru góð grindaár.
Um grindir í árunum 1884—1903 er einki komið upp á
prent, men mesta av tilfarinum eigur at vera til skjals, og
eru vit farnir undir at savna tað saman. Um árini 1904—
1939 hevur Degerbøl (1940) skrivað. í teimum báðum