Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 29

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 29
Grindadráp í Føroyum 1940—1962 35 árunum 1924 og 1927 doyði eingin grind, og í 1929 doyðu bert 17 hvalir, so hetta vóru vánalig grindaár. 1931—39 vóru góð ár, best var 1939, tá 13 grindir komu — tilsamans 2716 hvalir. í 1931 doyðu 8 grindir (2376 hvalir) og í 1938 12 grindir (2072 Ivvalir). Mesta av tilfarinum um grindir í 1940—62 hava vit fingið beinleiðis frá sýslumonnunum, og skulu vit her nýta høvi til at takka teimum hjartaliga. Nakað hava vit eisini fingið frá landsskjalasavninum saman við eldri tilfari, sum vit eru landsskjalavørðinum sera takksamir fyri. 1. talva vísir hvussu nógvar grindir og hvussu nógvir hvalir eru deyðir í árunum 1940—62 hvørt ár og hvønn mánað sær. Hesi 23 árini eru deyðar 251 grindir í Før* oyum, tilsamans 39.573 hvalir. í meðal verður hetta 11 grindir og 1720 hvalir upp á árið. í árunum 1584—1883 (Gabels tíðin undantikin) doyðu í meðal 506 hvalir um árið. Og í 1904—1939 doyðu 740 hvalir upp á árið. Tey seinastu 23 árini hava sostatt verið stak góð grindaár, so góð sum ongantíð áður. Best var 1941. Tá doyðu 21 grindir ella 4214 hvalir. Hetta árið er samstundis besta grindaár, vit vita um at hava verið nakrantíð í Føroyum. Næst kemur 1843, tá vórðu 18 grindir við 3143 hvalum dripnar. 1. mynd vísir hvussu stórur partur (í°/o) av grindahvab unum, ið deytt er í teimum ymisku mánaðunum í tíðar* skeiðinum 1584—1883 og 1940—62. Sum heild síggja vit, at grindirnar eru komnar fyrr á árinum í okkara tíð enn í gomlum døgum. Nú er juli mánaður vorðin besti grinda* mánaður, fyrr var tað august. Men enn sum áður er tað á sumri og út á heystið, ið er besta árstíðin til grindir. Heldur meira av grind er komið á hávetri nú enn fyrr, serstakliga í desember, januar og februar. Mars hevur verið slakasti grindamánaður í 1940—62. Bert tvær grindir eru dripnar í hesum mánaði, og báðar komu tær í 1940 — sama dag, 2. mars — onnur á Sandvík, hin á Hvalba. Tær vórðu skiftar saman. Grindirnar hava allar tíðir verið ógvuliga ymiskar til
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.