Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 30

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 30
36 Grindadráp í Føroyum 1940—1962 støddar. Soleiðis hevur eisini verið í seinnu árum. Nakrar hava bert verið fáir hvalir, einstakar bert 1 hvalur, men man tað tá vera so, at grindin er sloppin út aftur, bara ein ella einstakir hvalir hava ligið eftir. Størsta grindin, ið komin er hesi seinastu 23 árini, man vera hon, ið doyði Heima á Sandi 6. oktober 1940. Tíverri er tað líkt til, at einki skjal er at finna um hesa grind. Men eftir upplýs* ingum úr dagbløðum og frá sýslumanninum fyri Sandoyar sýslu vórðu merktir o. u. 800 hvalir. Tó halda sandingar, at grindin var nærri 1200 hvalum. Menn komu ikki út yvir at draga upp, og hann brast á við illveðri. |Annars skal størsta grindaskiftið hava verið í Miðvági og Sanda* vági 8. august 1899. Henda dag vórðu 1100 hvalir dripnir í Miðvági (1050 merktir). Tá sløddust 170 eftir. Teir vóru komnir út um blóðið og fingust ikki inn í tað aftur. So vórðu teir riknir inn á Sandavág og dripnir har. Alt varð skift undir einum — tilsamans 1220 hvalir (Mikkjal Dánjalsson Á Ryggi 1935). 2. talva vísir hvussu nógvar grindir, ið dripnar eru og hvalir á teimum ymisku hvalvágunum í árunum 1940—62. Besta grindapláss í hesum árum hevur verið Klaksvík. Har eru 37 grindir deyðar — tilsamans 5488 hvalir. Næst kemur Vágur| har 27 grindir (4624 hvalir) hava lagt beinini. A Miðvági eru deyðar 21 grindir — 4040 hvalir, í Tórshavn 25 grindir — 3255 hvalir og á Hvalba 20 grindir við 3469 hvalum. Annars er grind deyð í 22 plássum í Føroyum í hesum tíðarskeiði. Men í summum plássum er lítið deytt. Á Viðvík er soleiðis bert ein grind dripin í hesum árum, og var tað í 1942. Hon er her sett til 125 hvalir. Menn mettu hana til 100—150 hvalir. Tað vildi so illa til, at ill* veður brast á við brimi, so flestu hvalirnir skolaðu út aftur, áðrenn teir vóru merktir. Á Skálavík er eisini bara 1 grind dripin — 16 hvalir í 1956. Um hvussu skjótt grindahvalurin veksur á okkara leiðum, er lítið kannað. Høst (1875) skrivar, at størsti grindahvalur, hann hevur sæð, var 23 skinn ella 24 føtur í fullari longd
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.