Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 39
Ov høgt blóðtrýst.
(Hypertensio arterialis).
Eftir Bendt Jensen.
Við blóðtrýst verður vanliga hugsað um lívæðrablóðtrýst=»
ið, og við lívæðrablóðtrýst hugsa vit um trýst blóðsins á lív=
æðraveggin innan. Blóðtrýstið í lívæðralagnum er at siga
tað sama allastaðni, t. e. eingin nevnandi munur er á blóð*
trýstinum í meginlívæðrini og blóðtrýstinum í smærru lív*
øðrum. Blóðtrýstið er kortini ikki óbrigdiligt, tað velst um,
annaðhvørt tað er mátað í tí bili, hjartað tekur seg saman
(samantøkusjónd hjartans), ella um tað er mátað, tá ið
hjartað hevur givið seg heilt út (útgevingarsjónd hjartans).
Blóðtrýstið er hægst í samantøkusjóndini og lægst í út<
gevingarsjóndini. Hesi bæði blóðtrýstini kunnu nevnast
samantøku* og útgevingarblóðtrýst.
Søguligar viðmerkingar.
Einfaldasti hátturin at máta blóðtrýstið er at telja lív«
æðrasløgini. Lítil og linur lívæðrasláttur fer altíð saman
við lágum blóðtrýsti, og harður og sterkur sláttur, har ilt
er at kroysta æðrarnar saman, er nærum altíð eyðkenni
fyri nógv hækkað blóðtrýst. Hetta skiltu læknarnir í Egypta*
landi fyri meira enn 3000 árum síðan. Á sevpappír frá u. 1.
ár 1600 f. Kr. finst skrivað, at egyptiskir læknar vistu, at
lítil og linur æðrasláttur eyðkendi vánaligt blóðrensl og
ringan heilsustand hjá sjúklinginum. Kinverski læknin