Fróðskaparrit - 01.01.1962, Blaðsíða 42
48
Ov høgt blóðtrýst
minkað er um kubbingstrýstið so mikið, at blóðið sleppur
ígjøgnum í útgevingini, og blóðstreymurin tess vegna verður
støðugur, hvørvur ljóðið. LJtgevingartrýstið verður lisið av,
í tí at ljóðið đoyr burtur. Men tað er kortini ivasamt, um
trýstið, ið soleiðis er mátað, er álítandi. Er borið saman
við blóðtrýstsmátingar, ið gjørdar eru beinleiðis (t. e. við
holnál, ið stungin er beint inn í lívæðrina og stendur í
sambandi við kyksilvurtrýstmát) sæst, at blóðtrýstið, ið er
máta umvegis, er 5—7 mm ov høgt. Orsøkin er, at nakað
av máttinum fer fyri skeytið, tá ið linir likamslutir og lív*
æðr eru kroyst saman. Er armurin vøddamikil ella ovur=
feitur, kann munurin vera úti við 20—30 mm, mátað við
kyksilvuri.
Blóðtrýstið í sjálvum sær — miðalblóðtrýst.
Hæddin á blóðtrýstinum, serstakliga samantøkutrýstinum,
er í stóran mun ávirkað av bæði sálarligum og likamligum
árinum. Blóðtrýstið átti tí at verið mátað, meðan sjúklingí
urin er í hvíld, og krøvini verið javn hørð og tá ið hvíldar^
evnaskiftið verður kannað Hetta ber tó ikki til í royndum,
men tó átti tað at verið føst regla ikki at máta blóðtrýstið
hjá sjúklingi, fyrr enn hann hevur ligið og hvílt í 15
minuttir í minsta lagi. Hesa reglu eru heldur ikki útvegir
til at halda, helst ikki í viðtalsstovu hjá starvandi lækna.
Til er hugtakið »viðtalsblóðtrýst«. Her hugsa vit um
hækkað blóðtrýst, ið veldst av tí, at sjúklingurin ber ótta
fyri at verða kannaður av læknanum.
Tí eigur ikki at verða gjørt ov mikið burtur úr tí týdn*
ingi, ið hækkað blóðtrýst hevur, tá ið tað bert er mátað
eina ferð, og sjúklingurin ikki hevur hvílt seg framman=
undan. Tí er tað hyggjuráð at práta við sjúklingin eina
løtu, fáa hann at hugsa um annað, sissa hann, áðrenn blóð*
trýstið verður mátað. Blóðtrýstkubbingurin nýtist ikki at
verða tikin av sjúklinginum, og hann kann verða kannaður
einar tvær reisur afturat, meðan viðtalið stendur við, og