Fróðskaparrit - 01.01.1962, Síða 51

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Síða 51
Ov høgt blóðtrýst 57 Vit hava verið varir við á heiliráðdeildini, at góðkynjaða slagið eftir heldur stuttari tíð og uttan orsøk, ið vísandi er á, kann skifta dám og vinda uppá seg, so at viðgerð verður bráðneyðug. Eg skal nema meira við hetta í aðrari grein (Jensen 1963 15). Góðkynjaða slagnum tørvar vanliga ikki viðgerð. Sjálvkendu eyðkennini eru eingi, tær funnu broytingarnar, ið ikki vinda upp á seg, eru smáligar og ávirka í flestum førum ikki æviskeið sjúklingsins. Eftir við* rakingum okkara eigur sjúklingurin tó at verða kannaður tvær reisur um árið, um so er, at trýstið fer at vinda upp á seg. Illkynjaða slagið ger seg skjótt inn á lívsneyðug yrkis* gøgn og meinar starvsmegi teirra so mikið, at sjúkdómurin eftir mánaðum ella fáum árum verður sjúklinginum at bana. Sjúklingar eiga at verða skipaðir í bólk eftir sjúkdóms* eyðkennum og funnum broytingum, sum lætt er at vísa á og hava eftirlit við, og sum við gransking av sjúku* vánunum hava roynst at eiga allan munin í sjúkugongdini. Sjálvkendu eyðkennini eru helst: høvuðverkur, svimbul, sjónarvilling, svímilsi, bráðherðindi av heilasvíki. Tær funnu broytingarnar eru: broytingar í eygnabotninum, broytingar í electrocardiogramminum, broytingar í hjarta* og æðra^ bulinum. Millum tær funnu broytingarnar hava broytingar í eygnabotninum serstøðu, tí gjøgnum eygnaspegilin ber til beinleiðis at eygleiða sjúkligu bygnaðarbroytingarnar í blóðæðrunum. Fyrr hevur verið hildið, at sjúkligu broyt* ingarnar í eygnabotninum versnaðu í sama muni sum ov* trýstið, men eftir tí, ið vit hava verið varir við, tykist tað, at í Føroyum brýtur av í hesum. Eg komi seinri aftur at tí. Vegna tess at eygnaspeglingin hóast hesi frávik hevur stóran týdning, skal eg í stuttum gera grein á eygnabotns= broytingunum. Eftir útsjónd eygnabotnsins er gjørdur munur á: 1. RættvovSnum eygnabotni: Sjónarvørtan er væl avmark* að, bláæðrar og lívæðrar snøggar og einsháttaðar og eygna* botnurin sjálvur er einlittur, reyðgulur.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.