Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 52

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 52
58 Ov høgt blóðtrýst 2. Fundus hypertonicus 1: Lívæðrarnar eru mjækkaðar og ofta ólíkar til tjúktar. 3. Fundus hypertonicus II: Lívæðrar eru uppaftur mjærri, bláæðrarnar víðkaðar og lykkjutar, og har sum bláæðrar og lívæðrar skarast um, sæst hitt sonevnda Gunn’s fyri* brigdi (bláæðrin er samankroyst og liggur av at vísa seg á lítlum petti hvørjumegin við lívæðrina). 4. Fundus hypertonicus III: Umframt tær broytingar, ið nevndar eru undir fundus II, síggjast bløðingar spjaddar um eygnabotnin, ofta saman við týðuliga avmarkaðum blettum við brunafloti. 5. Fundus hypertonicus IV: Umframt tær broytingar, ið nevndar eru undir fundus III, kemur fram vørtutroti, ið minnir um tær broytingar, ið eru at síggja, tá ið sjúklingar við nývøkstrum í heilanum fáa vørtulop. Heiliráðlæknar spegilkanna vanliga sjúklingar sínar, og eg haldi tað vera týdningarmikið, at lækni, ið ger av sjúku og viðgerð, er fullkønur í hesi kanning, tí at viðgerðar* denturin er í vissan mun treytaður av, at eygnabotnsbroyt* ingarnar standa við ella vinda upp á seg. Hjá sjúklingi við ovtrýsti, ið hevur fingið góða viðgerð, sæst ofta, at eygnabotnsbroytingarnar minka. Umframt eygnabotnsbroyt* ingarnar kunnu støddin á hjartanum, hvussu nógv megin» lívæðrin stígur fram, og breiddin á hjarta* og æðrabulinum vera leiðbeinandi bæði í sjúkuavgerðini og viðgerðini. Sama er við electrocardiografisku broytingunum. Hjá sjúklingum við ovtrýsti hendir í electrocardiogramminum, so hvørt sum ovtrýstið vindur upp á seg, ein riðil av eyðkenniligum broytingum, ið byrjar við ásTráviki vinstrumegin og endar við ovbyrjan vinstrumegin. Ásfrávikið vinstrumegin vísir seg við, at tað í útlima* fráleiðingunum kemur djúpt S»skarð í 3. fráleiðing saman við høgari R*tonn í 1. fráleiðing. I V*fráleiðingunum eru djúp S1+2 og høg R5+6 at finna. Seinni slætna T1 + 2 og TVs-j-6 ella verða negativar. Við væleydnaða viðgerð batnar ofta alt hetta aftur.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.