Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 54

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 54
60 Ov høgt blóðtrýst mint á, hvussu álvarsmikið tað er at fara undir viðgerð við sterkum evnum móti ovtrýsti. Tí í fyrstu syftu er sjúklingurin tá settur í bólk við fólki við stak vánaligari heilsu og við ringastu framtíðarvánum, í aðru syftu eigur ikki at verða gloymt, at mangir av heilivágunum móti ov» trýsti ofta eru ikki bert lítið fýsiligir, men hava stundum lívshættislig eykaárin. Nevnt kann verða, at mangir av hesum heilivágum móti ovtrýst fáa hjartaæðrarnar at taka seg saman; hetta kann valda tað, at sjúklingurin fær bringu* tak (angina pectoris). Summir av tilbúningunum minka um minutTroyvið hjá nýrunum, og kann hetta vera hættisligt, um nýrnastarvsemin hjá sjúklinginum er vánalig fyri. Tí eigur í hvørjum einstøkum føri at verða væl umhugsað, hvat ið vunnið kann verða við teirri ætlaðu viðgerðini, og um tað, ið vunnið verður, er meira vert enn hættan fyri lívsskaðiligum framíhjáárinum. Ofta er tað neyðugt at finna eina millumleið millum tað, ið ynskjandi er, og tað, ið sjúklingurin tolir. Nýtslan av harðvirknum antihyper= tensivum tilbúningum, eitt nú ansolyseni, vegolyseni, apres^ solini, mevasini og ismelini, man vera sera sjáldsom í vanb igum læknastarvi, tí hitt illkynjaða, rættiliga ovtrýstið er sjáldsom sjúka. Tær kanningar, ið gjørdar skulu verða, eru so víðfevndar og serfrøðiligar, at tær í flestum førum einans kunnu verða framdar á serdeild. Hetta er galdandi bæði viðvíkjandi teim kanningum, ið neyðugar eru til at skilja frá tær sjúkur, har ovtrýstið bert er fylgdareyðkenni, og viðvíkjandi tí at skipa sjúklingin í bólk, har viðgerð er annahvørt neyðug ella ikki. Fáir eru teir læknar, ið hava havt høvi, stundir ella ivaleyst sjúklingatilfar til at vinna sær royndir til at viðgera sjúklingar við illkynjaðum ov* trýsti. Nýtslan av antihypertensivum heilivágum nørist í heilum og er fullkomuliga skilaleys, hóast teir eru givnir í smáum ella at kalla homøopatiskum skamtum, so at teir ikki gera skaða, men heldur ikki gagn. Orsøkin er hon, at vit læknar hava lyndi til í tíð og úrtíð, og ofta meðan sjúklingurin er óhvíldur, at máta blóðtrýstið. Hildu vit
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.