Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 60

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 60
66 Ov høgt blóðtrýst blóðtrýst og doyva sjúkligt ovurkæti. í 1952 varð reint reserpin framleitt og evnafrøði tess greidd(ScHUTTLERo.a.)23, og sama ár varð tað tikið í nýtslu av Wilkins23 til við= gerðar av hypertensio arterialis. í 1954 fóru teir at nýta tað í viðgerðini av sinnissjúkum. F.vnið er sissandi, og úr* slitið er ein blendingur av øktum parasympaticus* og mink* aðum symptaicustonus (trengri sjónopi, meiri rákaúrskiljing, meiri garnarøring, æðravíðkan, blóðtrýstlækkan og seinum hjartaslátti). Reserpin verður enn nýtt saman við nervavøls* byrgjandi evnum25. Skamturin eigur ikki at vera meiri enn 0,25 mg 3 ferðir um dagin, tí annars er vandi fyri, at hug* sjúka tekur seg upp. Hydralazin (apresolin) er ftalazinavleiðsla, ið skjótt verður sogin upp úr gørnunum; virktin er komin í hæddina eftir tveimum tímum og heldur sær í átta tímar. Tað rínur á miðdeplar í hypothalamus og hámønuni. Blóðtrýstið lækkar, samstundis verður lívæðraslátturin títtari, og minutTroyvið hjá hjarta og nýrum økist. Evnið kann bæði verða tikið inn og sprænt inn. Sum royndarskamtur verða 20 mg sprænd inn undir húðina; ger tað sjúklinginum mun, t. e. fast hóskandi blóðtrýstfall, verður farið undir viðgerðina við tablettum upp á 10 mg fýra ferðir um dagin, vaks= andi við 10 mg um dagin til fulla virkt. Skamturin eigur helst ikki at vera størri enn 140 mg fýra ferðir um dagin, tí at stór inngáva hevur ofta ring hjáárin við sær (høvuð* verk, hjartaklapp, typta nøs, trotar í andliti og blóðkroppa* neyð). Við viðgerð í longri tíð kunnu koma fram eyðkenni, ið eru at síggja við summum sjúkum í bindivevnaðinum (periarteritis nodosa). Eyðkennini fána tó, tá ið lagt verður av at geva evnið. Nú skal eg umrøða nervavølsbyrgjandi evnini: Hexametonium (vegolysen). Azametonium (pendiomid). Pentolonium (lipentolinium —■ ansolysen). Mecamylamin (mecamylamin hydrochloride = mevasine).
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.