Fróðskaparrit - 01.01.1962, Blaðsíða 62
68
Ov høgt blóðtrýst
seinni. Árinini eru í hæddini eftir trimum tímum og halda
sær uppi ímóti 12 tímum, og tilvenjingin er lítil. Av tí at
minuttroyvið hjá nýrunum minkar við viðgerðini, ber ikki
til at nýta evnið hjá sjúklingum við vánaligum nýrum.
Royndarskamtur uppá 2,5 mg verður sprændur inn undir
húðina, og heiliskamtur uppá 10—20 mg verður tikin inn
og oktur við 10 mg um dagin, til árin verða. Endaligur
skamtur er ofta 150—200 mg fýra ferðir um dagin. Hjá*
árinini eru nevnd omanfyri. Við viðgerðina hava sjúkling*
arnir stundum ilt við at kasta sær av vatninum og kunnu
eisini fáa køst av bringutaki (herðindi av angina pectoris),
orsakað av at krúnulívæðrarnar treingjast, og tí kunnu
hjartaæðrakálking og ovvøkstur í bløðruhálskertlinum gera
viðgerðina hættisliga.
Mecamylamin (mevasin) er so við og við komið í staðin
fyri ansolysen. Tað verður lættliga sogið upp úr gørn*
unum. Tað rínur á eftir 1—2 tímum, kemur í hæddina
eftir 3—6 tímum, og árinini halda sær í 12 tímar. Royndar*
skamtur er 2*/2 mg. Heiliskamtur 2x/2 mg fýra ferðir um
dagin, vaksandi við 2xh mg um dagin, til árin vísa seg,
vanliga 8—12 mg fýra ferðir um dagin.
Oxaditone22 er eitt hitt nýggjasta nervavølsbyrgjandi
evnið. Tað verður sogið upp og skilt úr nakað sum
mevasin. Royndarskamtur er 250 mg og verður tikin inn;
heiliskamtur er 125 mg fimm ferðir um dagin, ið verður
øktur til árin, virkt vanliga 3—400 mg fýra ferðir um dagin.
Ofta er fyrimunur at nýta tilbúningin saman við ansolyseni
og reserpini. Um lítil skamtur av rauwolfia»alkaloidi verður
givin inn saman við teim nervavølsbyrgjandi tilbúningunum,
slepst yvirhøvur frá teim óhollu hjáárinunum í gørnunum.
Eg skal enda gjøgnumgongdina av blóðtrýstlækkandi
ráðunum við at taka til umrøðu ein hin nýggjasta tilbún*
ingin, guanetidin, sum ber av øllum hinum, tí at tað virkar
væl, hevur fá hjartaárin og er sera lætt at geva.
Guanetidin(ismelin, oktahydro=l=azocinyl=guanidin-sulfat):
í seinnu árum hava almangar greinir verið skrivaðar um