Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 67
Guanetidinviðgerð av ov høgum
blóðtrýsti.
Royndir av 35 sjúklingum.
Eftiv Bendt Jensen.
Aftaná eitt longri tíðarskeið næstan bert at hava nýtt
nervavølsbyrgjandi evni í viðgerðini av hypertensio arteri*
alis essentialis maligna lýsti Mull, Maxwell og Plummer9
í 1959 evnafrøðiligu uppbyggingina og samansetingina av
guanetidin ((ismelin), oktahydroíbazocinybguanidimsulfat).
Guanetidin virkar á heilt annan hátt enn nervavølsbyrgj*
andi evnini7. Størsti munurin er, at evnið rínur ikki á
parasympatiska nervalagið, so at sloppið verður undan
teimum óhollu hjáárinunum, ið nevnd vórðu undir nerva=
vølsbyrgjandi evnunum7. Seinri árini eru komnar nógvar
læknafrøðiligar ritgerðir, ið klárt sýna, at í guanetidini er
fyribils funnið fram til nærum fullgott evni til viðgerðar
av hypertensio arterialis essentialis maligna12'3,4''5'8,'0'n. Tað
er lætt at fáast við, virktin kemur seint og heldur sær
leingi, so at evnið, ið verður givið sum tablettir, bert
nýtist at verða givið eina ferð um samdøgurið. Hjáárinini
eru fá og forða sjáldan fyri framhaldandi viðgerð, eins og
reiðuliga eiturkend árin ikki eru sædd. Meira fæst burturúr,
verður samstundis givið eitt av teim nýggjaru landøkjandi
evnunum av klortiazidslagnum. Vit hava yvirhøvur nýtt
tabl. rontyli cum kalii chloridi og í skamtum uppá 1 tabl.
per 10 mg ismelin givið alt í senn á morgni. Vit hava