Fróðskaparrit - 01.01.1962, Blaðsíða 75
Um goshálsar í Føroyum
og um eitt møguligt samband millum
goskluftir, goshálsar og firðir.
(Volcanic necks in the Faroe Isles)
Eftir Jóannes Rasmussen.
Goshálsar (necks) nevna vit tær ífyltu ræsur (vents) sum
grótbræðingar finna sær veg upp ígjøgnum, tá eldgos eru.
Goshálsar ella gosræsur binda tí saman grótbræðingarnar
innan í jørðini og sjálvt gosopið. Tað er sjálvsagt, at eingi
líkindi eru til at síggja hesar ræsur so leingi gosið er virk^
samt, men har eldgos fyrr hava verið og lendið uttan um tey
er burturmáðað, so skurður sæst ella ífyllan stendur eftir,
ber til at kanna skap og ífyllingartilfar teirra. í tvørskurði
er skap teirra vanliga runt ella avlangt, stundum heldur
óregluligt. Tvørmátið er longdarvegin vanliga frá umleið 50
m til stívan kilometur. ífyllingartilfarið er blandað: Royðuí
grót, gosmyrja og innskotin grótsløg. I bergi ella bakka sæst
skurðurin gjøgnum ein gosháls sum gosmyrja, ið sker seg
upp gjøgnum tær regluligu basaltfláirnar.
Ætlingin við hesari grein er at lýsa teir goshálsar, vit
higartil hava verið varir við í Føroyum, vísa á, hvar teir
eru at finna um landið, legu teirra í fláarskipanini og vita
hvørjar avleiðingar fáast burtur úr tí. Goskluftir í niðaru
basaltfláunum (Suðuroy, Tindhólmi og í Vágum) eru fyrr
viðgjørdar (Rasmussen 1952, 1957) og verða tí bara um»
røddar her í sambandi teirra við tað, sum annars verður
borið upp á mál.
6