Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 81

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 81
Um goshálsar í Føroyurri 87 Streymoy. Fram við Streymoyarlandinum sæst frá Dala= nípuni norður í Seyðaskor gosmyrja niðarlaga í berginum. Tað norðasta hon sæst er sunnantil í Seyðaskor, og tað sunnasta hon sæst, er beint norðan fyri drangin á Dala= nípuni, Skølingur nevndur (5. mynd). Frá Nípá vestur móti Dalanípuni síggjast, so langt eygað røkkur upp í bergið, tunnar basaltfláir og, millum teirra, poknutar saman* komingar ella tunnar royðugrýtisfláir. Millum Steyr og land er gong. Frá gongini gongur hópur av smáum innskots* halum út í Steyr. Fram við teimum sæst gosmyrja her og har. í berginum millum Skøling og Reipaskor síggjast summastaðni tunnar regluligar basaltfláir. Sunnantil í Reipa* skor er gong, og innan fyri (eystan fyri) hana er gosmyrja, men uttan fyri (vestan fyri) hana eru tunnar regluligar basaltfláir. Eftir ætli røkkur gosmyrjan millum Reipaskor og Steyr einar 50 m upp í bergið. Norðantil í Reipaskor sæst eisini ein gong og smærri innskotshalar frá henni. Hetta er helst sama gongin sum sunnantil í skorini og í Steyri, og strýkur hon sostatt í høgan útnyrðing—lágan landsynning. Eins og sunnan fyri sæst gosmyrja bara innan fyri (eystan fyri) gongina. Oman á gosmyrjuna sæst her innskot, og oman á aftur tunnar regluligar basaltfláir. Geikie (1896) greiðir gjølla frá viðurskiftunum her á staðnum og sigur, at her eru í minsta lagi 5 smáir goshálsar norður við landinum. Kortini fara vit at halda, at hetta ikki eru skurðir gjøgnum fleiri smáar goshálsar, men skurður gjøgn<= um ein langan, smalan gosháls, sum gongur í høgan út= nyrðing—lágan landsynning. Gosmyrja sæst, sum nevnt, frá Seyðaskor suður í Skøling, men ikki uttan fyri gongina í Reipaskor, har basaltfláirnir eins og vestantil í Skølingi og Steyri eru regluligar. Hetta man tí vera vestan fyri hálsin. Eisini síggjast regluligar basaltfláir summastaðni í berginum, upp gjøgnum alt bergið millum Reipaskor og Dalanípuna, og man hetta tí vera eystan fyri hálsin. Tað er soleiðis líkt til, at goshálsurin er umleið 1500 m og hevur skap sum ein lítil goskluft.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.