Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 85
Um goshálsar í Føroyum
91
8. og 9 mynd. Goshálsurin á Torvstíggi.
(Volcanic neck southern Viðoy).
Niðast í lægdini er einki skilligt mark millum gosmyrjuna
og basaltið í lægdini, tey renna saman. Ovari er skillig
samankoming millum gosmyrju og basalt.
Lega goshálsanna í fláarskipanini.
Líta vit at 10. mynd, sum er ein yvirlitsskurður gjøgnum
føroysku fláarskipanina, har teir í greinini nevndu gos*
hálsar eru avmerktir, síggja vit, at teir eru allir sæddir í
miðfláunum og í ovaru helvt á teimum.
Goshálsurin við Marragjógv er soleiðis í miðal umleið
675 m undir markinum millum ovaru basaltfláirnar og mið*
fláirnar, hann vestantil á Kallsoynni umleið 260 m, hann á
Dalanípuni umleið 250 m, hann í Koltursnakki umleið 190
m, hann á Svartakletti umleið 170 m, hann sunnan fyri bygd*
ina Viðareiði umleið 150 m, hann norðan fyri bygdina
Koltur umleið 100 m, hann inni á Viðvík umleið 60 m
og hann á Torvstíggi umleið 20 m undir markinum millum
ovaru basaltfláirnar og miðfláirnar.
Vit hava ongantíð borið eygað við goshálsar í niðaru
basaltfláunum. Walker &. Davidson (1936) siga frá einum
í Froðba; men sum nevnt í ritgerð (Rasmussen 1952) er