Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 97

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 97
Rasmus Kristen Rasmussen 103 Hóast R. K. R. altíð fekst við okkurt, og hugskotini tyrptust í heila hansara og troðkaðu á at sleppa fram, var hann altíð blíðlyntur og tóktist at hava góðar stundir at lurta eftir. Ið hvussu er dugdi hann altíð at látast so. Hann var í góðari merking forvitin, ein gáva, sum kom honum stak væl við í savningararbeiðinum. Óføtt minni hevði hann og var tiltikin langt út um landamark fyri, hvussu væl hann fylgdi við, og hvussu nógv hann vitsti í yrkisgrein síni. Tað vil so vera — fyri útheimin var bragd hansara og tað, sum gjørdi navn hansara kent starvsfelaga millum heimin kring, at hann loftaði tí innskoti hann fekk um uppruna nátasjúkunnar, og var førur fyri í víðagitnu ritgerð síni at prógva hetta. Avleiðingarnar av hesum bragdi vita øll um her á landi. Men fyri føroyska mentan og heilsusøgu verður tað mest hitt, hann læt úr hondum, ið fer at telja, sum frálíður. Tí lítið hevði í so máta ligið eftir um hesa tíð, hevði R. K. R. ikki verið. Heilt óvanligur var kunnleiki hansara um føroysk viðúrskiftí bæði fyrr á døgum og nú. Mikil var tokki hansara til hetta fólk og lagnu tess, og fráskila gávur átti hann til at lýsa tað, hann hevði fingið uppspurt. Mangt av ti, hann hevur lagt frá sær, tykist kanska onkrum í dag nakað møðisamt at lesa, sermerkt av eyðkenda arbeiðishátti hansara við, at vísa veg, ókravdum og sera nágreiniligum frásøgnum um og handfaringum av — vilja mong halda — sjálvsøgdum spurningum og evnum. Men fyri tey, sum aftan á okkum koma, fer tað at hava ikki lítlan søguligan og mentunarligan týdning. Sjálvur mundi hann meta Gomul føroysk heimarái (1958) sum mæt* asta verk sítt. Tey vóru tað, sum, táið saman um kom, stóðu hjarta hansara næst. Altíð hevði hann vónað, at áhugin fyri øllum hesum, hann hevði savnað, fór at vera so stórur víða hvar, at tað fór ikki at standast á at fáa tey givin út á onkrum av teimum »stóru« norður- landamálunum, men so var ikki. Royndir hansara her vóru fáfongdar. Sum so mangur annar mátti hann læra, at verða lótir og veitslurómur ikki tald uppí, er tað, tá ið av tornar, heldur lítið, ið Norðurlond hava lívt Føroyum og vilja kennast við Føroyar. Undanførslan var altíð hon, at nú bókin var komin á føroyskum máli, var nóg mikið. Tó iðraði hann seg ongantíð eftir tí, at hann hevði latið Fróðskapar* felagið sleppa at geva verkið út á føroyskum máli. Ætlan felagsins var upprunaliga ikki henda, men tá ið ritstjórarnir høvdu lisið handritið og sæð, hvørjar málsligar gripir, ið bókin eisini goymdi, av tí at hann mest sum alla staðni í klombrum hevði sett hjá, sera gjølla og ofta í longum setningum, hvussu frásøgufólkini høvdu málborið seg, varð samráðst við R. K. R. um at týða handritið. Hesum játtaði hann beinan vegin. Tí í hansara rúma sinni var eisini goymdur mikil málsligur ansur.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.