Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 100

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 100
106 Rasmus Rasmussen Um hann kann sigast, at hann til fulnar hevði livað eftir teimum orðum, hann á ellisárum setti føroyingum sum stavnhald: »Samkenslan, ábyrgdarkenslan og hin sanna medvitandi, virksama tjóðskaparkenslan, sum sýnir seg meira í offurvilja enn í føgrum orðum.« Ivaleyst var hann tann fyrsti, sum burtur av skilti, at ikki fóru vit heldur enn aðrar tjóðir at koma upp undan og at vinna fram uttan hollan kunnleika til náttúruna. Hann mundi vera tann fyrsti, sum (í Búreisingini 1902) royndi at málbera seg á føroyskum í aliss og evna» frøði; men burtur av keys hann sær tann livandi gróðurin. 1909 kom fyrsta plantufrøðiliga grein hansara, Iongu í 1910 Plantus læran — eitt bragd, so ómýkt føroyskt mál tá var á hesum øki — og síðani komu øll árini, til hann sat blindur, so av og á úrslitini frá kanningum hansara av tí, hann hevði verið varugur við. Men ikki fyrr enn í 1936 aðalverkið: Feroya Flora. Tá var Rasmus á 65. ári. Sjálvur skrivar hann í formælinum, hvussu hann hevur barst við tib farið og við málið, áðrenn hann vildi lata hesa fyrstu roynd í at skriva eina floru á føroyskum úr hondum. Henda bók hoyrir uppí tey ómissandi virðini í bókmentum okkara. Hon flutti marknagarðin og legði inn nýtt lendi. Tí ikki er hon bert eitt væl skrivað og skipað álit hjá honum, ið fæst við føroyskan gróður, heldur ikki er hon ein trilvandi roynd, men hon er fyrsta fulifíggjaða prógvið um, at burtur úr illa viðfarnu málleivdum okkara ber til at skapa eitt vísindarligt mál — at tað veldst bert um arbeiðshug, áræði og treiskni. Tí fyri Rasmusi var málið eitt rættuligt amboð. Ikki eitt gamalt lasa» far at kína og syngja uppi yvir og at seta upp á pall uppsnákað, tá ið onkur vildi sleppa at síggja. Tað ráddi hjá honum minni um at tæna teirri »løtu mannatunguni« (ikki ókent tiltak nú á døgum til vernd fyri jánkasliga málnýtslu) ella at skriva tað í bókaummælum gitna »lætta og livandi rótføroyska málið«, enn tað ráddi um at gerast førur fyri at fáa sagt beint tað, ið hann vildi, við orðum, sum noyddust — so tekur hann til í floruni — at »hava serstakliga neyva merking.« Lat hesa bók í støðum vera knortluta, og málnýtsluna summar staðir í fyrstuni koma lesaranum óvart við. Hvørt heitið og hvør setningur eru vend og snarað, gjølla umhugsað og merkt av at vera farin gjøgnum ein bjartan mannaheila. Um alt tað, sum ósagt var í hesi bók, tað meiri dularfulla, sum altíð er bundið at tí, sum grør, segði hann okkum frá í Gróðranýtsb uni (1946) og í hinari aðalritgerðini: Føroysk plantunøvn (1950). Hann bar fleiri mansbyrðar heim í garð enn hesar, tó ikki skulu teir nógvu stíggirnir, hann gekk undir teimum, verða nevndir her. Men hann, sum ongantíð hevði høvi til at kenna Rasmus sum háskúlas mann, fær — hugsi eg — ongan sterkari varhuga av hesum virki hansara
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.