Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 101

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Side 101
Rasmus Rasmussen 107 enn av at lesa tveir teir seinastu stubbarnar, hann skrivaði í Varðan (1951, bls. 205 og 1952, bls. 60). Teir eru sum mergjandi lestrar at ganga á, táið ivi og hugsjúka vitja. Høvdu vit ongantíð gloymt seinastu orð hansara úr Enn er bót á borði: »Enn liggur hon á borði, men hon verður ikki liggjandi alla ævi, um vit ikki nýta hana; hon fánar burtur við órøkt og vanvirðing.« Stórar sjónir høvdu teir sæð, og miklar setningar høvdu teir sett sær, hesir menninir, sum Rasmus hevði fylgst við frá ungum árum; men ikki bliknaðu sjónirnar, taið teir eldust. Heldur rættu teir ein lívandi lógva móti hvørjari nælandi nál. Táið yngri menn — heldur enn ikki varnir, væntandi sær okkurt hádingsorði — á fundi h. 17. desembur 1952 skutu upp at stovna Føroya Fróðskaparfelag, sat Rasmus beint yvir av honum, ið hetta skrivar. Eygnabrá hansara stuðlaði, táið uppskotið nakað trilvandi varð borið fram. Og hann var hin fyrsti, ið bað um orðið, og sum beinan vegin gjørdi alt so sjálvsagt. í sama stól settist hann h. 27. apríl 1958, táið samtykt varð at gera Málstovnin. Aftur kendist tað á eygnabragdinum, at stavnhaldið mundi ikki vera so skeivt, sum onkur tóktist at halda. Og so leingi hann var mentur at ragga, vitjaði hann javnan niðan í »Neystið«. Tey fyrrru árini altíð til at hava okkurt á lofti, sum runnið var fram fyri hann, og sum vert var at handfara gjøllari. Tey seinru árini at vita, hvat ið menn høvdust at. Sjónin var farin at bila-. Hann sá hvørki at lesa ella skriva. Hann gekk gjøgnum stovurnar, tók okkurt upp í hondina, hevði tað upp móti eygunum og legði tað aftur. Ikki segði hann stórt, fagurlátin var hann ongantíð. Men táið hann var út aftur farin, kendi tú teg styrktan. Sum hevði tú fingið lógvatak frá einum teirra, ið kongarnar settu — »tí manni, sum fór undir at lata náttúruvísindini málbera seg á okkara tungu og festi landsins gróður á blað.« H. D. Joensen.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.