Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 7

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 7
Eitt dømi um saltfisk, ið varð mislittur av kopari 15 Sjálvt um hesi hitastig máld í vatnskorpuni ikki siga so nógv um hitan, sum kann hava verið á dekkinum t. d. dagar, tá ið sólin hevur skinið, kunnu tey kanska kortini nýtast sum met, tá ið ætlað verður um, hvussu líkindini fyri sjálvsundurloysing í fiskinum hava verið, áðrenn hann kom í salt. Sjálvsundur- loysingin man neyvan hava verið so stór, at hon kann hava verið atvold í, at fiskurin fekk ringan lit. Eitt sum styðjar hesa hugsan er, at eitt skip, sum hevði fiskað um somu tíð og á somu leiðum sum skipið, ið viðgjørt verður í hesi ritgerð, hevði javnan og góðan fisk. Saltið Áðrenn báturin fór úr Føroyum, tók hann 96 t av Ibizasalti. Av tí at hetta var ov lítið til allan fiskin (báturin landaði 166 t av saltfiski), vórðu fingin 30 t av Ibizasalti afturat í Før- oyingahavnini. 28 t av hesum salti vórðu nýtt, soleiðis at tey 166 t av saltaðum fiski hava tilsamans fingið 124 t av salti. Salt roknað upp á vekt av saltaðum fiski verður so statt 75%, sum skuldi verið ivaleyst eftir vanligum føroyskum meti. Útgerðarfelagið lat salt, sum tikið varð í Grønlandi og salt av goymslu í Føroyum kanna fyri innihald av Cu + . (Sí kanningarúrslit undir brotinum: Cu + ~ innihald í salti og saltaðum fiski.) Kanning av lastarúmi Tá ið saltfiskurin og tað, ið eftir var av salti, vórðu landað, var høvi at kanna sjálvt lastarúmið. Undantikið eitt sindur av salti, sum sløddist eftir, var rúmið reint og nossligt. Av tí at vrakieftirlitsmaðurin, sum hevði havt eftirlit við fiskinum, tá ið hann varð landaður, hevði ansað eftir, at summir fiskar í botninum á lastini høvdu blágrønar blettir á skræðuni, hevði hann fingið illtanka til, at kopar var komið at fiskinum. Lasta- rúmið varð tí serstakliga kannað viðvíkjandi koparlutum, sum møguliga høvdu sveittað eirdømi av sær, sum kundi verða komið upp í fiskin ella í saltið.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.