Fróðskaparrit - 01.01.1968, Síða 47

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Síða 47
Oyðing av rottum og músum í Føroyum 55 25. §), eru allarhelst ongar lógreglur, ið ætlaðar eru til at oyða mýs. Músin hevur verið hnýtt aftur at menniskjuni langt aftur í tíðina, men so er, — ið hvussu er Europu viðvíkjandi — ikki við rottuni. Orðið rotta er ikki sum orðið mús felags indo- europeiskt orð. Tað er helst av germanskum uppruna (Falk & Torp). Rottan eitur á fornnorrønum vølsk mús og hevur nøvn Mk hesum á ymissum keltiskum málum; ætlandi er hon komin fyrst til Suðureuropu og hevur haðani spjatt seg til Norður- og Vestureuropu. Tað rottuslagið, ið fyr9t kom til Europu, var hin svarta rottan (Mus rattus), ið ættað er úr Landsynnings-Asiu. Hon er ætlandi komin til Europu eftir vanligu handilsleiðunum, kann henda við krossferðarmonnunum, tá ið teir komu heim- aftur (Bro Nielsen). í Knýtlinga søga verður sagt, hvussu Ás- bjørn, yngri sonur Sven Estridson, ið verið hevði uppi í at drepa Knút hin heilaga í St. Albans Kirkju i Odense hin 10. juli 1086, sama árið doyði syndarliga av at verða bitin til ólívis av rottum. í søguni sigur, at Ásbjørn svav eina náttina í eini bygd við Oyrasund; tá »komu inn mýss margar valskar; f>ær vóru miklu stærri enn menn høfðu fyrr set«. Eftir orðum søgunnar ber til at ætla, at svarta rottan er komin til Dan- markar stutt fyri 1086; haldast má kortini, at frágreiðing søgunnar um deyða Ásbjarnar er heilt ósøgulig, men lænt frá týskari søgn. Aftur at tí er søgan helst skrivað o. u. 200 ár seinni (Albeck), t. e. í eini tíð, tá ið Sóttin svarta fyrstu ferð verður nevnd í bókmentunum av stóra týska skolastikkaranuro Albertusi Magnusi, ið livdi 1193—1280 (Brehm). Rotturnar gjørdust skjótt ring plága, og alt varð roynt til at sleppa frá teimum. Kend er søgan um rottumannin úr Hameln, sum helst byggir á rættiliga hending: at 130 børn úr Hameln hin 26. juni 1284 í einari dansiøði søgdust vera runnin úr býnum og vóru ongantíð komin aftur. Samdømi til tann partin av søgnini, ið fæst við útrekingina av rottum, kenna vit manga- staðni frá, eisini úr Føroyum. Søgnin sigur (FFÆ), at norð-
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.