Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 48

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 48
56 Oyðing av rottum og músum í Føroyum oyingar og eystringar heittu á ein íslending, sum var rarnur t gandi, til at sleppa frá rottupláguni. Hann helt seg til at hjálpa teimum, um hann fekk tveir oksar afturfyri. Tað lov- aðu teir ihonum. Hann stevndi so øllum rottunum saman úti á Raktanga. Tá ið alt var samankomið, spurdi hann, um teir vildu halda orð og geva honum oksarnar. Norðoyingar játt- aðu beinan vegin, men eystringar søgdu, at nú vóru teir førir fyri sjálvir at fanga rotturnar. Tá rópaði íslendingurin: »Farið so kvør í sína holu, uttan eingin í Norðoyar!« Og so spjadd- ust rotturnar aftur út um alla Eysturoy, men í Norðoyum hevur eingin rotta verið síðan, sigur søgnin. Sambært Svabo og Landt vóru ongar rottur í Norðoyum, og tað man vera tað, ið søgnin vil royna at greina. Nær ið henda rottustevning út á Raktanga ihevur verið, sigur søgnin einki um. Men Svabo hevur eina samsvarandi frásøgu úr Vágum, og hon er frá 1756. Her verður sagt, at »en matros« við at fáa eitt lítið sindur afturfyri slepti Vágunum frá rottunum; hann flutti tær út á eina hellu vestan til á oynni, og haðani tók stormurin tær. Svabo sigur sjálvur, at frásøgan er bert eitt ævintýr og heldur, at orsøkin til, at rotturnar hvurvu, var sjúka, sum tær fingu. í Danmark kenna vit fleiri sagnir um at reka rottur (og mýs) burtur. Har vóru tað vanliga norðmenn, ið hildnir vóru at hava tílíkar gávur (E. Tang Kristensen). Ofta man tað vera tað, at — eins og í Vágum — rotturnar brádliga eru horvnar, ið orsøk var til, at søgnin kom í. Úr Thy kenna vit til dømis søgn um ein norskan biddara, ið savnaði rotturnar í eini tjørn og mánaði tær niður har, og samstundis verður sagt frá, at allar rotturnar har á leið hurvu í 1826 ella 1827. »Rottu- stevningar« verða ofta nevndar í donskum søgnum, og Hol- berg sigur, at hann í »den arnamagnæiske samling« hevur sæð »et gammelt Bands-Brev mod Muus og Kirke-rotter«, og Troels Lund nevnir »opsigelse« av rottum. Nær svarta rottan er komin til Føroya, vita vit ikki við vissu. Landt sigur, at hon »ej for mange Aar siden har ud- bredt sig til de fleste Øer«, men Svabo nevnir, at hon varð kend bert í Havn og í Vágum. 1 Havn segðist hon hava verið
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.