Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 51
Oyðing av rottum og músum í Føroyum
59
hagar við handilsskipum. Til Skotlands kom hon ikki fyrr enn
! 1763 og til Noregs í 1762.
Til Føroya kom brúna rottan í 1768 viS vrakinum av
norska skipinum »Kongen af Preussen«, sum í mai hetta áriS
rak upp á land í SuSuroy (Svabo, Landt). VrakiS uddi í
rottum, og út á heystiS í 1768 vóru tey var viS brúnu rottuna
í Hvalba. Igjøgnum 1769 breiddi hon seg út um alla SuSuroy,
men kom ikki til Sunnbiar fyrr enn í 1770. Longu í 1769
høvdu tey sæS brúnu rottuna í Havn, men um hon var komin
hagar úr SuSuroy ella viS øSrum skipi, vistist ikki. Frá 1772
breiddu rotturnar seg norSur eftir Streymoy og komu til
Saksunar 1778—79. Hetta sama ár vóru rotturnar farnar urn
alla Eysturoy, sum tær vóru komnar til í 1776 (til EiSis).
í árunum 1779—81 breiddu tær seg í Vágum, og tá iS Svabo
gjørdi ferS sína til Føroya í 1781—82, var taS bert í NorS-
oyum, Sandoy, Skúvoy, Dímun, Hesti, Nólsoy og Mykinesi,
at ongar rottur vóru. Enn á Landts døgum (1791—98) vóru
ongar rottur á hesum oyggjum, og soleiSis hevur ivaleyst veriS
til inn í hesa øldina. Fyri seinna heimsbardagan vóru rottur
tó komnar í tríggjar av NorSoyum: BorSoy, ViSoy og Kunoy
(Jóhannes av Skarði), og eisini út í Hest (Degerbøl). 1 Kunoy
verður sagt, at taS eru fóik í Klaksvík, iS slept hava rottuni
upp á land har (Williamson). 1 1957 er brúna rottan funnin í
Kalsoy (Dagblaðið 16. 7. 1957).
Eins og allastaSni, hagar brúna rottan er komin, hevur hon
eisini í Føroyum troSka burtur svørtu rottuna, soleiðis at hon,
um hon ikki heilt er oydd (Degerbøl, Spdrck, á Ryggi), iS
hvussu er, er sera sjáldsom (Ostenfeld). Kortini koma av og
á svartar rottur til Føroya viS skipum (Williamson); í 1849
rak t. d. eitt vrak inn á MiSvág viS svørtum rottum um borS
(á Ryggi).
Brúna rottan gjørdi, stutt eftir at hon hevði fingiS høvdið
fyri seg í Føroyum, stóran skaða. Svabo sigur frá, hvussu rott-
urnar »anfaldt levende Kalve, levende og sovende Menneskers
Fødder; Liig i Kirkegaardene, Agrene, Qværne for det Meels