Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 52

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 52
60 Oyðing av rottum og músum í Føroyum Skyld, som ligger i deres smaa Gruber, Bager-Ovne, som Brød- Lugten har forledt dem til«, hvussu tær hava gnagað hol á bátar og »ædt Ryggen af en levende Koe og 7 Gjæs i 2 Nætter«. Harafturat nevnir hann, at tær hava gjørt stóran skaða í fuglabjørgunum og í hjøllum. Landt nevnir eisini hetta, men tekur serstakliga fram tann skaða rotturnar gera í økrunum. Við kettum og hundum, rottufellum og rottueitri royndu tey at stríðast ímóti rottunum. Tey royndu eisini onnur minni skilbundin ráð, eitt nú, sum fyrr er nevnt, at taka mold og hálm úr oyggjum, har ongar rottur vóru, ti'l støð, har tey ikki vildu hava rottur at koma. 1 hesum sambandi kann verða nevnt, at i søgnini um rotturnar í Eysturoy, sum riknar vórðu út á Raktanga, verður nevnt, at fóikið í Eysturoy seinni tók flag av Blankskála til at sleppa frá rottunum. Hitt almenna styðjaði bardagan ímóti rottunum við at senda rottueitur til Føroya. Svabo sigur, at hetta eitur, har tað verður nýtt — serstakliga í goymsluhúsum handilsins — hevði »sin ypperlige virkning«, men Landt afturímóti tyikist at hava vánaligari royndir við rottueituri. Hann tøkur fram sum best hóskandi til rottubardagan »Katte, Rotte-Saxe og Fælder; thi firgiftede Ting ville de ikke røre«. Tað kundi litið út fyri, at tann skaði, ið rotturnar hava gjørt, hevur verið minkandi í nítjandu øld til fram undir endan á øldini. Ostenfeld skrivar (1905), at rottan fyrr var »indskrænket til de fa større Handelspladser«, men at hon gjøgnum 19. øld »ved den livligere og lettere Forbindelse mel- lem øerne indbyrdes« hevur breitt seg »fra 0 til 0«. Sum fyrr nevnt vóru við endan á øldini rottur neyvan á øðrum oyggj- um, enn har tær vónu við aldarbyrjan, men meira sambandið við onnur lond eftir avtøku einahandilsins hevur ivaleyst ført fíeiri rottur til landið, so at menn við endan á øldini fingu áhuga fyri meira skipaðari oyðing av hesum skaðadjóri. Fyrsti v.itnisburður um hetta er, at á grannastevnu í Vestmanna varð gjørd samtykt um oyðing av rottum. Hetta hendi 5. apríl 1895. Innihaldið í samtyktini sæst iikki í løgreglugerðarbókini,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.