Fróðskaparrit - 01.01.1968, Blaðsíða 54
62
Oyðing av rottum og músum í Føroyum
Europu í árunum fram til fyrra heimsbardaga — upp á virðis-
lønarskipanina. (Stubbe-Teglbjærgj.
Eftir lógarinnar 6. §, 2. stk. kundi hon við kongligari fyri-
skipan verða sett í gildi í Føroyum, og spurningurin um tað
varð við skrivi dagfest 22. mai 1907 frá løgmálaráðnum lagdur
fyri løgtingið, har á'hugin fyri at fáa hana framda tó ikki var
stórur. Ein løgtingsnevnd mælti til, at bíðað skuldi verða eftir
úrslitinum av endurs'koðan donsku lógarinnar. Tí hon skuldi
eftir 6. §. 1. stk. galda bert í 3 ár. Endin var tó tann, at tingið
samtykti at biðja um ummæli frá ikommununum, áðrenn end-
alig støða varð ti'kin til spurningin. (Lagt. 1907 bls. 85—86).
Men kommunurnar høvdu ikki stórvegis áhuga fyri lógini, og
tingið meinti heldur ikki, at lógin »ville have nogen større
Betydning pa de fleste Pladser pa Færøerne for nærværende
Tid«, serstakliga tí at ætlast kundi »at den Skade, der forar-
sages af Rotter, ikke har været nævneværdig eller følelig«.
Løgtingið ráddi tí frá at seta lógina í gildi í Føroyum, men
bar fram ynsbi um, at endurskoðaða lógin, tá ið hon var
komin, varð løgd fyri tingið til umhugsunar. (Lagt. 1908 bls.
72—74).
Fyrsta viðgerð løgtingsins av rottulógini var í august—sep-
tembur 1907, men longu 20. apríl sama ár var lógin vorðin
kunngjørd at galda { Føroyum í »Dimmalætting«, og kunn-
gerð nr. 107, ið ásetti, at lógin skuldi koma í gildi hin 1. juli
sama ár, varð kunngjørd í »Dimmalætting« hin 22. juni 1907.
Fiesar kunngerðir í »Dimmalætting« áttu sær stað sambært
(ta enn galdandi) lóg nr. 51 frá 1. apríl 1896 um kunngerð
av lógum og fyriskipanum í Føroyum. Eftir hesi lóg skal aftur-
at vanligu kunngerðini av lógum og fyriskipanum o. øðr. m.,
tá ið um Fønoyar er at røða, koma kunngerð í »Dimmalætdng«
(»den til Optagelse af offentlige Bekendtgørelser paa Færøerne
autoriserede Tidende«), smb. 1. §, og tinglesing í rættinum í
Tórshavn, smb. 2. §, sum sigur, at lógin (fyriskipanin el. a.)
kemur í gildi um allar Føroyar 4 vikur eftir kunngerðina í
»Dimmalætting«, uttan so at aðrar ásetingar eru í sjálvari
lógini um hetta, smb. 3. §. Men 6. §, 2. stk. í rottulógini