Fróðskaparrit - 01.01.1968, Side 55

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Side 55
Oyðing av rottum og músum í Føroyum 63 hevði, sum fyrr nevnt, ta áseting, at hon kundi ikki setast í gildi í Føroyum uttan við kongligari fyriskipan, og av tí fylgdi, at hon kundi ikki koma í gi'ldi her, fyrr enn slík fyriskipan var givin og kunngjørd á tann hátt, ið lógin frá 1. apríl 1896 fyrisetur. Kunngerðin av rottulógini og tann kunngerðin, ið hoyrir saman við henni, frá 1. mai 1907 í »Dimmalætting«, var tí týdningarleys og er at meta sum eitt dømi um vanligt vantandi reglufesti, útint av fyrisitingini viðvíkjandi kunn- gerð av lógum sambært lógina frá 1. apríl 1896. Her er ikki rætta staðið at gera meira við henda spurningin, men nevnt skal kortini verða, at ígjøgnum árini er hópur av lógum settar í gildi, sum ikki høvdu og eftir innihaldi sínum ikki kundu hava minsta týdning fyri Føroyar, t. d. lógir um jarnbreytir í Danmark og øll tann mikla lóggáva at fáa í lag danskan rætt í suðurjútsku landspørtunum eftir sameiningina aftur í 1920. Men aftur til rottulógina! Lógin frá 1907 varð avloyst av lóg nr. 96 frá 18. apríl 1910 um atgerðir til at oyða rottumar. í hesi lóg var einki fyrivarni viðvíkjandi Føroyum, sum í lóg- ini frá 1907, møguliga tí at hon ikki, sum lógin frá 1907, legði treyt á kommunurnar til at lata pening til rottuoyðing- ina. Hóast tað ynski, sum løgtingið í 1908 hevði nevnt, at fáa nýggju lógina fyrilagda, sæst ikki, at lógin frá 1910 hevur verið løgd fyri tingið, men hon er uttan orð og boð sett í gildi í Føroyum við kunngerð í »Dimmalætting« hin 4. juni 1910. Við tað at lógin ongar serstakar ásetanir hevði um, nær hon skuldi koma í gi'ldi, kom hon so — smb. lógina frá 1. apríl 1896 3. § — í gildi í Føroyum 4 vikur seinni, t. e. 2. juli 1910. Eftir 5. § í lógini skuldi hon galda í bert 5 ár. Uppskot um at leingja hana varð lagt fram í ríkisdagssetuni 1914/15, men varð ikki framt. Latið varð upp í hendurnar á felagnum, sum Zusohlag hevði stovnað: »Foreningen til lovordnet Udryddelse af rotter« at varðveita tey úrslit, sum hagartil vóru vunnin í Danmark. Tá ið umsókn í mai 1915 varð send til løgtingið við bøn um at gera tiltøk til at oyða rottur, var tí hvørki í Danmark ella í Føroyum nøkur lóggáva um henda spurning.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.