Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 60

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 60
68 Oyðing av rottum og músum í Føroyum s. á. Nær hon veruliga er komin í gildi, er eitt sindur ivingar- samt, tí 11. § í lógini sigur um hetta: »Henda lóg kemur í gildi...... 1961« (í danska tekstinum: »Denne lov træder i kraft ...... 1961«). Endurtikni teksturin er úr tí uppskoti, sum landsstýrið legði fyri løgtingið, og hvøriki í sambandi við løgtingsviðgerðina ella kunngerðina er settur nakar dagur, at lógin skal koma í gildi. Vit kunnu dømmast um, hvørt lógin kom í gildi 4 vikur eftir kunngerðina (smb. løgtl. nr. 1 frá 13. mai 1948 3 §, 1. stk. samanborið við kunngerð nr. 2 frá 9. mai 1940, 2. § og lóg nr. 51 frá 1. apríl 1896 3. §) ella ikki fyrr enn við ársenda 1961. Spurningurin hevur tó ongan veruligan áhuga, við tað at 1. § í lógini ber í sær, at tær gjølligaru reglurnar fyri rottuoyðing skuldu verða givnar við reglugerð, og henda reglugerð varð ikki givin fyrr enn 16. mai 1962 (kunngerð nr. 20 frá sama degi), t. e. um eitt mund, tá ið lógin í øllum førum var í gildi. Niðanfyri skal verða gjord ein gjøgnumgongd av fyriskip- anunum í lógini og reglugerðini, sum skiftast kunnu í hesar bóikar: 1) skyldurnar hjá kommununum, 2) skyldurnar hjá einstaklingum, 3) verkevni búnaðarráðgevarans, 4) tvingsil til fremjing av rottuoyðing. 1. Skyldurnar hjá kommununum. Eins og eftir donsku lógini liggur tað á kommununum at seta í verk rottuoyðing. Hetta skal verða gjørt eina ferð um árið ta tíð og á tann hátt, sum landsstýrið avger, smib. 1. § í lógini. I 1. § í reglugerðini varð upprunaliga avgjørt, at árliga oyðingin skuldi verða í tíðini 1.—10. novembur, men hetita varð seinni broytt (við kunngerð nr. 61 frá 6. nov. 1962) til 14.—25. novembur. Fyrsta rottuoyðingin kann tó verða gjørd í 3 stigum, so at V3 av oyggjunum verður tikin í senn, tó má eingin oyggj av teirri orsøk verða býtt. Teir partar, sum eina ferð eru viðgjørdir, skulu síðani viðgerast á hvørjum ári. Skyldurnar hjá kommununum viðvíikjandi rottubardaganum
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.