Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 63

Fróðskaparrit - 01.01.1968, Page 63
Oyðing av rottum og músum í Føroyum 71 3. Verkevni búnaðarráðgevarans. Eftir lógaruppskoti landsstýrisins skuldi verða settur ráS- gevari, við samsýning ásettari í fíggjarlógini, til at hjálpa landsstýrinum við at útinna lógina og at hava eftirlit við, at hon verður hildin. Løgtingið broycti uttan grundgeving hesa áseting tii, at hetta verkevni skuldi búnaðarráðgevarin hava í hondum, smb. 9. § í lógini, og var hetta annars tað einasta, ið tingið broytti í uppskoti landsstýrisins. 1 greinargerðini verður sagt, at ráðgevari landsstýrisins (verður so nú búnaðarráðgevarin) hevur ikki bert myndugleika til »at stíla fyri rottuoyðingini«, men hevur eisini eftirlit við, at kommunurnar gera tær skyldur, ið á tær eru lagdar, og kann har afturat »fyriseta treytir til rryggingar av føðievnisvirkj- um«. Av hesum sæst, at tað er trífalt verkevni, ið her verður lagt á búnaðarráðgevaran. Viðvíkjandi fyrsta parti av verkevn- inum — »at stíila fyri rottuoyðingini« — verður ásett í 4. §, 3. stk. í reglugerðini, at búnaðarráðgevarin saman við eitur- útleggjara kommununnar skal leggja arbeiðið til ræctis og gera eina ætlan fyri rottuoyðingini í kommununi. Annars hevur hann jú, sum 9. § i lógini sigur, tað verkevni, at hjálpa lands- stýrinum yvirhøvur við at útinna lógina, og í hesum sam- bandi kann kanska verða víst til 2. § í lógini og 3. § í reglu- gerðini um, at bert mugu nýtast eiturevni, ið góðkend eru av landsstýrinum, og at tað má hugsast at vera náttúrligt verk- evni hjá búnaðarráðgevaranum at geva landsstýrinum ráð við- víkjandi nýtslu av røttum eiturevni. Har ið — sum nevnt í greinargerðini — spurningur kann vera um, hvørt eiturevni eru skaðilig fyri fólk og djór, má landsstýrið tó styðja seg við læknafrøðiliga og djóralæknafrøðiiiga serkunnleikan, so statt landslæknan og landsdjóralæknan. Síðan er verkevni búnaðarráðgevarans at hava eftirlit við at lógin verður hildin. í greinargerðini verður, sum omanfyri nevnt, dentur lagdur á eftirlitið við, at kommunurnar gera sínar skyldur, og tað er eisini hesin spurningurin, ið nevndur er í 7. § í reglugerðini, har ið álagt er honum at siga lands-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.