Fróðskaparrit - 01.01.1968, Síða 111
Gróðrarleivdir (sáð) av dvørgabjørk
(Betula nana) í Føroyum1)
A pollendiagram from the Faroe Islands
showing former presence of Betula nana
Eftir Jóhannes Jóhansen
Ætlingim við hesi lítlu grein er at vísa á, at dvørgabjør'k
(Betula nana) ihevur vaksið í Føroyum fyrr. Her skal ikki
verða gitt, hví hon hvarv, men kanningar verða sjálvandi at
fara fram fyri at greiða spurningin, nær og hví dvørgabjørk
doyði út.
Av tí at spurningurin um bjørk hevur verið umrøddur fyrr,
og av tí at leitað hevur verið eftir bjørkaleivdum, uttan at
tað hevur eydnast at finna tær, haldi eg, tað kann vera vert
at lata hetta tilfar úr hondum, hóast tað bert fatar um niðasta
partin av einum stórum tvørskurði. Tað, sum írestar, verður
lagt fram seinni.
*) Rannsóknarúrslit av teimum gróðrarfrøðiligu kanningunum, sum
Danmarks Geologiske Undersøgelse (D.G.U.) nýliga hevur sett í verk í
Foroyum.
Undir arbeiðinum í Føroyum havi eg fingið stóra hjálp frá Jóannesi
Rasmussen, jarðfrøðingi, og takki eg hjartaliga fyri tað. Statsjarðfrøðingur
Dr. phil. Johs. Iversen hevur altíð víst stóran áhuga fyri rannsóknunum
í Føroyum. Fyri hansara hjálp, ráð og vegleiðingar takki eg eisini hjarta-
liga.