Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 20
18
HELGOLAND OG NORÐUROYGGJAR
nýggjar instruksir frá stjórnini tekur Bourke
dagin eftir ta avgerð, at báðir friðarsáttmálar-
nir skuldu undirritast beinanvegin.
Ivamálið
Hvat var tað, sum gjørdi, at tað nú knappliga
bar til at fáa samráðingarnar lidnar, hóast
Thornton fekk kravið um Helgoland eftir-
líkað?
Einki skjal er komið undan kavi, sum
beinleiðis sigur nakað um orsøkina. Eingin av
luttakarunum á samráðingarfundinum hev-
ur sagt nakað um tað, sum er farið fram hes-
um viðvíkjandi.
Hetta er ein ring støða at koma í hjá
søgumonnum, tí teir eru vanir við at arbeiða
við haldgóðum keldutiIfari. Tá keldurnar
vanta, er neyðugt at gita. Men gitingar
kunnu vera meir ella minni sannlíkar út frá
tøku keldunum.
í hesum føri vita vit, at friðarsáttmálin
Danmarkar og Stórabretlands millum bar í
sær, at Stórabretland fekk Helgoland. Vit vita
eisini, at um sama mundið varð ein broyting
gjørd í uppkastinum til friðarsáttmála Dan-
markar og Svøríkis millum. Henda broyting
var í grein 4. Har varð eitt hakk sett í tekstin
beint eftir orðið "dependances" (atlond [sum
skuldu fylgja við Noregi]), og á hin breddan á
arkinum varð skrivað "la Gronlande, les íles
de Færóe et l'lslande non comprises” (Grøn-
land, Føroyar og ísland ikki umfatað).
Samráðingarmanningin
Vit vita eisini, hvørjir teir persónar vóru, sum
samráddust í Kiel hesar lagnudagar í januar
1814.
Vegna Fríðrik kong VI var tað Edmund
Bourke (1761-1821), sum samráddist. Hann
var føddur á St. Croix, einari av vesturindia-
oyggjunum, sum Danmørk-Noreg hevði
ræði á. Foreldrini vóru írsk. Hann var upp-
vaksin og hevði fingið sína útbúgving í Ong-
landi, men hevði starvast í donsku uttanríkis-
tænastuni síðani juli 1789, har hann hevði
verið sendimaður í Póllandi, Napoli, Svøríki
og síðani 1802 í Spania. Hetta starv hevði
hann framvegis, men hann var farin úr
Madrid í august 1811 og hevði síðani verið í
Keypmannahavn, har hann var álitismaður
hjá Rosenkrantz, uttanríkisráðharra. Bourke
var sera varin maður, ið trúliga gjørdi tað,
fyristøðumenn hansara høvdu álagt honum.
Einki er hoyrt um, at hann av sínum einting-
um hevur tikið avgerðir í týdningarmiklum
málum. Var hann ikki álítandi, varð hann ikki
komin langt á yrkisleiðini, og so hevði hann
als ikki fingið litið til einsamallur at fara til
slíkar lagnutungar samráðingar.
Bretski samráðingarmaðurin var Edward
Thornton (1766-1852). Hann hevði leingi
verið í uttanríkistænastuni. Danir óttaðust
hann, tí teir hildu hann vera sviahallan, og tí
at hann, tá hann var sendimaður í Hamborg
í 1807, hevði givið stjórn síni tey skeivu boð-
ini um samstarvið millum Frakland og Russ-
land, sum fingu bretar at leggja á Keyp-
mannahavn og taka danska-norska herflotan
(Nørregaard, 1954; 175). Síðani 1812 hevði
hann verið bretskur sendimaður í Svøríki, og
tá sviar sendu herin til Norðurtýsklands,
fylgdi hann við høvuðsleguni hjá svium.
Svenski samráðingarleiðarin var Gustaf
af Wetterstedt (1776-1837). Hann var rætti-
liga ungur komin í svensku uttanríkistænast-
una og fekk eina glæsiliga yrkisleið. Hetta var
ikki bert tí, at hann hevði góðar gávur og var
ein frálíkur røðari, men eisini av tí at hann
ongantíð himpraðist við at gera júst tað, sum
yvirmenn hansara vildu hava hann til, eisini