Fróðskaparrit - 01.01.2009, Síða 56
54 KYN OC MÁLSUGUR HUCBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRICDIÐ - NAKRAR ÁBENDINCAR
ina tykjast vísa, at ávísir munir eru í vali av
eginmálbúna, tá kynini verða samanborin.
Munurin millum bólkar gjørdist týðiligari, tá
samanberingin varð gjørd millum kyn, enn
tá hon varð gjørd millum bólkin við styttri
útbúgving mótvegis bólkinum við langari
útbúgving. Ástøðið um kyn og málval hjá
fleiri týðandi samfelagsmálfrøðingum eru við
og styðja uppáhald um, at føroyskir málbrúk-
arar, eins og málbrúkarar í øðrum samfe-
løgum, vit kunnu samanbera við, vilja velja
sær eginmálbúna fyri at vísa tekin um kyn og
aðrar samleikar, ið eru til staðar, umframt at
vísa tekin um samhald (í øðrum lagi frá-
støðu) við hin samrøðuluttakaran. í viðgerð-
ini eru tílík fyribrigdi lýst fyri at greina munin
millum málval, ið kvinnurnar við hægri út-
búgving gjørdu sær mótvegis monnunum í
sama bólki.
Afturat hesum er stutt orðaskifti gjørt
um avleiðingar av teimum valum, sum leið-
andi bólkar í samfelagnum velja sær, men av
tí, at spurningurin er fløktur og sostatt eigur
at verða greinaður í størri verkætlanum, er
ikki fast uppáhald sett fram hesum viðvíkj-
andi. Tó verður víst á, at kanningar í øðrum
samfeløgum vísa, at frábrigdi, ið bólkar í
framgongd í samfelagnum velja sær, onkurs-
vegna fáa avleiðingar fyri málbroytingina í
hesum málsamfeiagnum sum heild.
Tøkkir
Eg eri Jógvani í Lon Jacobsen lektara, dr.
philos. á Fróðskaparsetri Føroya, sera takk-
som fyri at hava lisið greinina úr føroyskum
sjónarhorni. Umframt hetta hevur hann sett
mær rannsakandi spurningar, ið hava verið til
bata fyri greiningarnar av tilfarinum eins væl
og fyri orðaskiftið.
Marius Staksberg á Málstouu Føroya skal
hava stóra tøkk fyri, altíð at hava komið so
skjótt aftur við nágreiniligum og góðum
svørum, tá eg havi heitt á hann um uppskot
til málfrøðilig heiti á føroyskum, ið enn ikki
vóru at finna í teldutøku ensk-føroysku orða-
bókini.
Hanna S. Absalonsen hevur uppiborið
stóra tøkk fyri at vilja fara um greinina og
rætta, so at hon kemur á góðum føroyskum
máli.
Eisini John Dalsgarð hevur stóra tøkk
uppiborna fyri, at hann tolin hevur tikið
ímóti øllum viðmerkingum og rættingum, ið
máttu gerast áðrenn greinin var til reiðar at
prentast.
Notur
1 Heimastýrislógin, § 11.
2 Her kann leggjast afturat, at tey yngstu í bólkin-
um 12-19 ár vóru so orðknøpp, at samrøðan í
summum førum ikki gjørdist meir enn 10 min-
uttir long, men hvørki hesin bólkurin ella tann
við teimum elstu er við í viðgerðini her
3 Gjørligt, at orðið er ein anglisisma, ið er komin
inn í føroyskt umvegis danskt, og tískil ein dan-
isma í føroyskum. Hetta varð tó ikki hugsað um
fyrr enn kanningin var liðug, og ilt var at fara
umaftur til øll tíggju fólkini við einum nýggjum
orðið.
4 Brigdlar í setningsbygnaði eins væl og Ijóðeindin
[r] mótvegis Ijóðeindini [uj.
5 Heiti skiftismæli verður nýtt um málsligt tvísemi
sambært greining Fergusons um 'diglossia'
(Ferguson, 1959,1991) og skal skiljast sundur frá
vanligum tvímæli ella fleirmæli eftir greining
Fishmans (1971). Sí eisini Pauladóttir, 2008.
6 Her skal gerast vart við, at Abd-el-Jawad nýtir
heiti MSA (Modern Standard Arabic) um
arabiska standardfrábrigdið, meðan Al-Wer
(1997) nýtir heitið CA (Classical Arabic) og sigur