Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 23
HELIGOLAND AND THE NORWEGIAN ISLANDS IN THE NORTH ATLANTIC
21
kundi koma við einum slíkum uppáhaldi,
sum í veruleikanum var tikið úr tí bláu luft,
og koma væl frá tí í eygunum á samtíðar-
monnum og nútíðar søgumonnum. Við tí
kunnleika, søgumenn hava til Wetterstedt, er
tað als ikki ósannlíkt, at Karl Johan kundi fáa
hann at fara til Bourke við teimum boðum,
at tá ið Svøríki hevði kravt Noreg, so var tað
ikki komið svium til hugs, at Noreg fevndi
um oyggjarnar í Norðurhøvum.
Bourke visti eins og øll onnur, at sviar
høvdu njósnarar í Noregi, sum greiddu frá
øllum viðurskiftum har. Alt, sum kom á prent
og hevði við norsk viðurskifti at gera, varð sera
gjølla lisið í svensku stjórnarskrivstovunum.
Tann á hvørjum ári prentaði hov- og stats-
kalendari fyri Danmørk og Noreg var svium
kunnugur, og har stóð, hvat Noregs ríki fevndi
um. Wetterstedt hevði so onga undanførslu
fyri ikki at vita hetta, tí hann visti frá skjølunum
í svenska uttanríkisráðnum, at tá Karl X
Gustaf í 1657 sum treyt fyri friði kravdi ísland
og Føroyar, segði hann hesar oyggjar hoyra til
Noregs ríki (Weibull, 1908; 7, 35).
Orðingin í brævinum hjá Wetterstedt
kann valla skiljast øðrvísi, enn at tað er onkur
annar, sum er komin til Bourke við hesum
uppáhaldi, og tá hetta er farið fram undir
samráðingunum millum hesar báðar menn,
kann neyvan nakað vera at ivast í, at tað er
Wetterstedt sjálvur, sum hevur sagt hetta.
Hvat skuldi Bourke siga, tá hann hoyrdi
Wetterstedt siga nakað, sum teir báðir vistu
ikki passaði? Hann hevur skilt, at Wetterstedt
hevur havt einhvørja orsøk til at siga so, og
hon kundi bara vera tann, at Karl Johan vildi
lata nakað av Noregi verða eftir í uniónini, til
at fáa Bourke at svølgja tann herskna bitan,
sum tað var at lata Helgoland frá sær ímóti
sínum instruksum.
Karl Johan visti sjálvandi eisini, hvat ið
tað Noregs ríki fevndi um, sum Svøríki í so
mong ár hevði stríðst fyri at fáa lagt undir sítt
vald. Men síðani Bourke kom til Kiel, hevði
Karl Johan ferð eftir ferð givið út til tess at fáa
frið í lag beinanvegin. Hvørja ferð, ið kinkur
hevði verið á, hevði Bourke nevnt tann
møguleika at^venda sær til stjórn sína. So
hevði Karl Johan givið so nógv út, at tað
slapst undan hesi seinking.
Nú var alt komið í lag, og so kom hetta
málið við Helgolandi upp. Her sást, at Bourke
var misnøgdur, og vandi var fyri, at hann
kundi krevja ein skáa til at leggja hendan
spurning fyri stjórn sína. Ofta snávar fótur av
lítlum steini. Hesi vanlukku mátti fyri ein-
hvønn prís sleppast undan. Ikki kann úti-
lokast, at Karl Johan hevur sæð skorfesti fyri
sær. Sum ein annar gandakallur kann hann
tá hava drigið ta kanin upp úr hattinum, at
tað als ikki var komið svium til hugs at fáa
hesar fjaru oyggjar í Norðurhøvum. Betri
kundi hann halda tað verða at fáa ein minni
bita enn at sita hungurstungin.
Tað einasta, sum Bourke kundi gera í hesi
støðu, var at siga takk, men sum tað stendur
í brævinum frá Wetterstedt, hevur hann
gjørt svium vart við, at treytin fyri hesum var,
at sáttmálin varð broyttur, so tað í honum
kom at standa, at hesar oyggjar ikki fylgdu
við Noregi. Harvið stóð greitt, at Grønland,
Føroyar og ísland til tá høvdu verið partur av
Noregs ríki, soleiðis sum dómstólurin í Haag
við undirtøku frá danska ad hoc dómaranum
eisini segði í 1933.
Støðan hjá Karl Johan
Tað er lætt at skilja, at Karl Johan kundi finna
upp á slíkt í hesi støðu.
Nú var um reppið, at hann kundi vinna