Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 31
GENDER AND LINGUISTIC ATTITUDES TOWARD VARIATIONS IN CONVENTIONAL
FAROESE LANGUAGE USAGE - SOME TRENDS
29
støðu teirra í samfelagnum. Úr einum sam-
felagsmálfrøðiligum sjónarhorni kann kortini
vera sera áhugavert og viðkomandi at kanna
munir í hugburðinum til føroyska málið hjá
føroyskum málbrúkarum, og her skulu aðrir
brigdlar verða lagdir til grund.
2.4 Háttaløg
2.4.7 Tilfariðfrá meistararitgerðini
Mannagongdin í hesi greinini hevur verið
fyrst at fara aftur í tilfarið til meistararitgerð-
ina hjá mær frá 2006, tá árinið av nútíðar
enskum var viðgerðarevnið til kanningina.
118 samrøður vórðu gjørdar við fólk í
ymiskum aldursbólkum: 30 børn og ung, 29
vaksin við styttri útbúgving heima í Føroy-
um, 30 vaksin við fimm ára universitetsút-
búgving úr útlondum og 29 fólk, ið vóru farin
úr starvi. Útrokningar vórðu gjørdar fyri at
viga upp ímóti fyri hitt eina fólki, ið manglar
í tveimum av bólkunum, so at tølini eru at
lesa sum vóru allir fýra bólkar líka stórir (um
rokniháttin, sí Pauladóttir, 2006:16). Tilfarið
snýr seg um 249 'altjóða’ orð, 320 'danismur'
og 192 'føroysk nýggjyrði'. Samrøðutiðin varð
býtt so javnt sum gjørligt millum øll heim-
ildarfólkini2, og við tey vaksnu vóru sam-
røðurnar altíð umleið 17-18 minuttir. Hvørt
orðið (og hvør vendingin) er bert tald eina
ferð hjá hvørjum heimildarfólki, tó at somu
hugtøkini sjálvandi kundu koma fyri fleiri
ferðir hjá tí einstaka. Fyri eina meir nágreini-
liga viðgerð av hvørjum orðabólki umframt
stutta greining um 'føroysk nýggjyrði', verður
víst til meistararitgerðina (Pauladóttir, 2006).
2.4.2 'Pinkukanning' 2009
Til hesa greinina er ein lítil kanning gjørd við
fáum heimildarfólkum fyri at lýsa hugburð til
níggju orðapør. Hetta er gjørt fyri at avdúka,
um munir eru í hugburði millum kynini í
teimum báðum bólkunum av vaksnum fólki
í starvi. Tjúgu fólk eru spurd umaftur, tíggju
úr hvørjum bólki. Bólkur 1 hesaferð eru fólk
við styttri útbúgving (lægri enn universitets-
útbúgving), meðan bólkur 2 eru tey við
hægri útbúgving uttan fyri landoddarnar
(limm ára universitetsútbúgving). Tey níggju
orðini eru vald soleiðis: trý orðapør, bólkað á
sama hátt sum til meistararitgerðina: a)
nýggj ensk tøkuorð, b) altjóða orð, og c) dan-
ismur.
Spurningurin til tey tjúgu heimildarfólk-
ini var tvífaldur: 1) Hvat orð høvdu tey valt
sær, um tað stóð millum hvørt av teimum
báðum í orðapørunum, 2) Nær/í hvørjum
høpi høvdu tey kunnað hugsað sær at valt
hitt orðið. Orðapørini vóru:
Nýggj ensk orð: design vs. snið
email vs. teldupostur
mobba3 vs. happa
Altjóða orð: globalisering vs. alheimsgerð
ideellur vs.fyrimyndarligur
identitetur vs. samleiki
Danismur: bevístur vs. tilvitaður
forskelligur vs. ymiskur
hygga sær vs. hugna sær
2.4.3 Rák mótwegis signifikansrokningum
Fyri at vita meir um fjøldina verða vanliga
signifikansrokningar gjørdar av tilfarinum, ið
verður funnið í kanningum. Hetta er fyri at
siga nakað um sannlíkindini til, at tann mun-
urin, vit hava funnið hjá heimildarfólkunum,
er at fmna aftur í øðrum tilvildarligum úrvali
av fólki og sostatt eisini í fjøldini. Kortini, fyri
at gera signifikansrokningar noyðist ein at