Fróðskaparrit - 01.01.2009, Blaðsíða 24
22
HELGOLAND OG NORÐUROYGGJAR
tað, sum hann hevði stríðst fyri, síðan hann
kom til Svøríkis. Men hann visti, at teir
sameindu ikki vóru sannførdir um, at tað var
gott fyri bardagan ímóti Napoleon, at hann við
sínum herliði brúkti tíð og orku til at berjast
við danir. Russar lótu sær hetta lynda og
lótu hann fáa nakrar kosakkar til at styrkja
álopið. Eysturríkarar og prussar vóru heldur
líkasælir, men bretar vóru alt annað enn
blíðir.
Tað var dýrt at hava ein svenskan her á
evropeiska meginlandinum, og tað vóru
bretar, sum guldu rokningina, tí teir góvu svi-
um beinleiðis studning til herferðina. Thorn-
ton var alvinur Karl Johans, og hann skrivaði
sínar frágreiðingar til uttanríkisráðharrans,
Robert Stewart Castlereagh (1769-1822), í
neyvum samstarvi við góða vin sín, ríkis-
arvingan. Thornton var tó ikki einasti bretin
í høvuðsleguni. Har var eisini ein bretskur
herovasti, C.W. Stewart, sum var bróðir
bretska uttanríkisráðharrans. Hann var við tí
spillandi orðinum um Karl Johan. Hann helt,
atsvenski ríkisarvingin skuldi halda uppat við
sínum norska ævintýri og heldur fara í kríggj
ímóti Napoleon. Tí var tað, at Karl Johan fekk
at vita frá Castlereagh, at gavst hann ikki sum
skjótast, kundi tað væl henda, at bretar hildu
uppat at geva svenska herinum stuðul, og so
mátti hann venda aftur til Svøríkis uttan
úrslit og uttan vón um atgerast harri Noregs.
Karl Johan hevði miklar ímyndingargáv-
ur, og eins væl og hann kundi ressa menn
sínar við stórum sjónum, so kundi hann
síggja fyri sær allar møguligar vanlukkur.
Tað óvæntaða var hent, at bretar høvdu
kravt Helgoland, og hetta hevði Bourke ikki
heimild at játta. Hvat nú um Bourke afturfyri
kundi hava eftir nakað av tí, sum hann hevði
fingið heimild at lata?
Frá Thornton kundi hann fáa at vita, at
støðan hjá oyggjunum í Norðurhøvum var
øðrvísi enn hjá Noregi. Hann visti, at norski
herurin hevði skansar um alt Noreg. í 1808
høvdu bretsk herskip lagt á fleiri av norsku
skansunum, men einasti norski skansin, teir
høvdu vunnið á og oyðilagt, var skansin í
Føroyum. Við kunngerð frá bretsku stjórnini
tann 7. februar 1810 komu oyggjarnar í
Norðurhøvum undir vernd Stórabretlands.
Tey fólk, sum har búðu, kundu flyta vørur til
og úr Evropa við bretskari góðkenning í
hvørjum føri sær.
Hetta var ein heilt onnur støða enn hjá
Noregi annars, og haðani var ikki langt hjá
einum so hugskotaríkum manni sum Karl
Johan at koma til, at her var eitt agn, sum
kundi fáa Bourke at taka við friðarsáttmálun-
um, soleiðis at Noreg, hóast nakað veingja-
skert, kom saman við Svøríki.
Men nú gekk alt upp. Thornton, sum var
undir illgruna at vera ov sviahallur, útvegaði
bretum Helgoland, einasta petti av Evropa,
sum Stórabretland fekk burtur úr øllum
sínum kríggjum í so mong ár. Bourke, sum
tann 7.januar 1814 frá Fríðriki kongi VI hevði
fingið instruks um at lata Noreg til Svøríkis
við øllum teimum yvirvaldsrættindum, sum
kongurin hevði arvað frá ættfedrum sínum
(Nielsen, 1886; 18), fekst til at taka undir við,
at ein partur av Noregi ikki skuldi fylgja við.
Eins og Wetterstedt greiðir frá, royndi Bourke
at mótmæla, og hann kundi sær til verju siga,
at tað ikki var av hansara ávum, at hetta
hendi. Hóast hetta bar hann stóran ótta fyri,
at kongur ikki fór at góðkenna samráðing-
arúrslitið (Nørregaard, 1954; 180), so tað var
ein Harrans lætti fyri hann, at bæði Rosen-
krantz og Fríðrikur kongur VI hildu hann
hava staðið seg væl og løntu honum fyri væl