Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 40
38 KYN OG MÁLSLIGUR HUGBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRIGDIÐ - NAKRAR ÁBENDINGAR
formligari samrøðu. Hon greiðir frá, at hetta
kemur av, at eins og í øðrum samfeløgum við
skiftismæli, so verður formligur málburður
hildin at vera hóskandi undir summum um-
støðum. Kortini verður nýtsla av standard-
frábrigdinum hildin at vera láturlig í óform-
ligum høpi (Al-Wer, 1997:255), meðan Abd-
el-Jawad sigur at "using MSA consistently in
speaking to others would be a source of
ridicule and unpleasant outcome" (Abd-el-
Jawad, 1987:360). Henda støðan man kunna
sigast at líkjast føroysku umstøðunum. At
tosa rótføroyskt í dagliga túnatosinum
munnu tey flestu finna heldur løgið, hóast
fleiri munnu halda tað vera hóskandi í yms-
um høpum, t.d. í fjølmiðlunum, tá røða
verður flutt fram, innan kirkjugátt, í skald-
skapi, o.s.fr. (sí t.d. úrslit av pinkukanning hjá
Pauladóttir, 2008).
Onnur samanbering - um enn við at
vera ovurhonds varin - kann gerast við frá-
støðuna millum skriftmálið/standardfrá-
brigdið og dagligt tosaða frábrigdið í teimum
báðum málsamfeløgunum. T.d. sigur Jacob-
sen (2001) um føroyska skriftmálið, at tað
„med sin strengt etymologiske retskrivning
ikke er let at lære og bruge for alle". Á sama
hátt sigur Al-Wer um arabiska standard-
frábrigdið at:
In education, the insistence on prescri-
bing rules which do not take account of
current usage has led to linguistic insecu-
rity even among the educated and, in
some cases, the abandonment of Arabic
in favour of European languages (Al-Wer,
1997: 262).
M.H. Ibrahim (1984) fer longur enn Al-Wer
og sigur, at
For the overwhelming majority of Arabs,
standard Arabic exists only passively and
enjoys no more than passive acceptance
by them [...] (hjá Abd-el-Jawad, 1987:
360).
Annað fyribrigdi, ið føroyska støðan hevur í
felag við hesi londini, er, at føroysk børn, eins
og tey arabisku, fara rættiliga tíðliga undir at
læra seg gamla hjálandamálið fyri at fyrireika
seg til útbúgving uttan fyri landoddarnar
(hóast tílík frálæra ikki longur er lóggáva í
hesum londunum). Sum ung fólk mugu tey
síðan aloftast av landinum fyri at fáa sær
útbúgving á hægri støði, og verður tá ofta
farið til gamla hjálandið.
Lítið er skrivað um føroysku viðurskiftini
og evnið hugburð til standardfrábrigdið
mótvegis dagligt tosaða málinum, men hjá
føroysku heimildarfólkunum í meistararit-
gerðini hjá mær var tilvitska teirra um mál og
'rætta málnýtslu’ eitt sermerki, ið eg helt vera
rættiliga átrokandi. Umframt ørkymlan um
'ikki at duga málið nóg væl', ið er fyribrigdi,
sum Ferguson sigur eyðkenna samfeløg við
skiftismæli (Ferguson, 1959: 329-330), var
onnur sannkenning teirra um týdningin av
'røttum máli í sínum høpi'. Hetta tykist vera
so týðandi partur av føroysku myndini, at
áhugi átti at verið fyri at fmgið málið lýst, og
eg tók sostatt spurningin framaftur í stuttari
grein um skiftismæli (Pauladóttir, 2008).
Hóast sterkar kenslur eru fyri móðurmál-
inum og varðveitslu av tí, skriftmálið íroknað,
so tykjast heimildarfólkini vera á einum máli
um, at "onkursvegna er tað 'møðsamt': jú, vit
elska móðurmálið, men vit berjast við tað; vit
eiga at varðveita tað, hóast støðan er, at
eingin dugir tað nóg væl!" (Ibid., 2008: 73).