Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 50
48 KYN OG MÁLSLIGUR HUGBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRIGDIÐ - NAKRAR ÁBENDINGAR
hvørki orðiðforskelligur ella hugtakið hygga
sær. Sostatt siga níggju av tíggju í bólki 2 seg
'altíð/næstan altíð' nýta orðið ymiskur. Av
hesum siga so átta fólk, at tey 'aldri' nýta
forskelligur, meðan tvey svara 'av og á'. Tíggju
av tíggju siga seg 'altíð/næstan altíð' nýta
hugna sær og 'aldri' at nýta hygga sær.
\ bólki 1 eru eingi av svørunum so av-
gjørd, men heldur meir samansett. T.d. siga
sjey av tíggju, at tey 'aldri’ nýtaforskelligur,
meðan ein sigur seg nýta tað í 'talumálinum’
og ein sigur seg 'altíð' velja hetta orðið. Bert
fimm siga seg 'altíð/næstan altíð' nýta hugna
sær, meðan ein sigur seg 'aldri' nýta tað. Upp-
aftur eru bert trý, ið siga seg 'altíð' nýta
tilvitaður, trý siga seg taka tað fram 'í skrift-
málinum' og trý siga seg 'aldri' at nýta tað.
Vit kunnu leggja til merkis, at tað kanska er
hugtakið hugna sær og orðið tilvitaður, ið eru
ójavnast býtt millum bólkarnar.
Av orðapørunum 'nýggj ensk tøkuorð’
vísir orðið teldupostur størsta munin. Níggju
av tíggju í bólki 2 siga seg altíð nýta orðið
teldupostur (ein sigur 'av og á'), meðan bert
fýra av fólkunum í bólki 1 siga seg 'altíð/
næstan altíð' at velja hetta orðið fram um e-
mail. Næststørsta ósemja tykist vera um
orðaparið snið og design, og hon er øvut av
fyrra orðaparinum viðvíkjandi tøkuorðinum
mótvegis føroyska nýggjyrðinum. Sjey í bólki
1 siga seg 'altíð/næstan altíð' at velja snið
ímóti bert fýra í bólki 2. Øvut siga fimm í
bólki 1 seg 'aldri’ velja design. \ bólki 2 er
eingin, ið svarar soleiðis, men fimm siga seg
velja design 'av og á'.
Myndin av hugburði til orðapørini 'al-
tjóða orð' er so javnt býtt, at lítið og einki er
at siga um mun millum bólkarnar.
Av hesum kundi ein kanska lisið, at fólk-
ini við hægri útbúgving (bólkur 2) hava meir
neiligan hugburð til danismurnar enn tey við
styttri útbúgving (bólkur 1), meðan myndin
viðvíkjandi 'nýggjum enskum tøkuorðum’ og
'altjóða orðum' er meir samansett, men her
skal alt fyri eitt sigast, at tilfarið er ov lítið til
at gera fasta niðurstøðu. Tó kunnu svørini
lesast sum ein ábending, og í øllum førum
kunnu vit siga, at úrslitið tykist styðja mynd-
ina, ið kom fram í kanningini í 2005/2006 um
hugburð til danismur og lán av altjóða
orðum. Hetta var, at vit helst eiga at sleppa
okkum av við danismurnar og samstundis
lána altjóða orð í ein ávísan mun. Breið semja
var eisini um at gera føroysk nýggjyrði fyri
nýggj fyribrigdi, so langt tað letur seg gera,
og lána orð tá tað man tykjast skilvíst. í hes-
um síðsta tyktust kortini tey við styttri út-
búgving at hava ein hugburð, ið er meir
íhaldin, enn tey við langari útbúgving hava.
(Pauladóttir, 2006: 76). Hetta er mynd, ið
eisini endurspeglar tað, sum Jacobsen hevur
funnið (Jacobsen 2006).
Tá bólkarnir vórðu býttir sundur í kvinn-
ur og menn broyttist myndin nakað. Nú vísti
tað seg, at um øll orðapørini siga fleiri menn
enn kvinnur seg 'altíð/næstan altíð' at nýta
føroyska orðið. Um 'nýggju ensku lánorðini'
siga tíggju menn av tíggu seg 'altíð/næstan
altíð' at nýta happa og 'aldri' mobba. Millum
kvinnurnar siga níggju av kvinnunum seg
‘altíð/næstan altíð' at nýta happa, meðan
átta siga seg 'aldri' at nýta mobba, og tvær
siga seg nýta orðið 'av og á'.
Av monnunum siga átta av tíggju seg
nýta teldupostur heldur enn e-mail, tveir nýta
tað 'sjáldan/ aldri'. Á hinari síðuni siga seks
kvinnur seg 'altíð/næstan altíð’ at velja
teldupostur, tvær nýta tað 'í skriftmálinum',
ein sigur 'av og á’ og ein sigur 'aldri'. Og upp-
aftur siga sjey menn av tíggju seg 'altíð/