Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 52
50 KYN OC MÁLSUGUR HUGBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRIGDIÐ - NAKRAR ÁBENDINGAR
danismurnar, tyktist ikki svara heilt til tann
málburð, sum vísti seg, tá samrøðurnar
vórðu meir nágreiniliga kannaðar. Tað kann
tykjast margháttligur tilburður, at heimildar-
fólkini siga eitt um hugburð, ið seinri ikki
tykist at svara til málið, sum tey kortini
brúka, men hetta er ikki ókent fyribrigdi.
Vísast skal til Labov (1972), sum í sínum
kanningum sigur seg hava gjørt somu sann-
roynd, og hann greiðir frá, hvussu heimild-
arfólkini ikki altíð hava skilliga mynd av sínari
egnu málnýtslu. Tó, at kanningarnar hjá
Labov snúðu seg um málfrøðiligar Ijóðeindir,
er eygleiðingin av áhuga, tá hann sigur, at
their self-reports often reflect the patter-
ns of younger speakers rather than their
own, or blur regular phonetic distinctions
that are too subtle to withstand the glare
of conscious examinations (Labov, 1972:
103).
(heimildarfólkini siga oftafrá málnýtslu, ið
annaðhuørt endurspeglar málið hjá yngri
fólki heldur enn teirra egna, ella at Ijóð-
eindir, tey nýta, werða so ótýðiligar, at tcer
ikki kunnu standa ímóti huassari og mál-
rcettaðum kanningum.)
Eisini í pinkukanning til aðra grein (um sagn-
orðini blíua og i/erða) fann eg eitt sløð av
tílíkum tilburði (Pauladóttir, 2007). Tá kann-
að varð á Ijóðfílum um reglufesti í nýtsluni av
teimum báðum sagnorðunum, vístu Ijóðfíl-
urnar seg ikki altíð at svara til tað, sum heim-
ildarfólkini søgdu um sína egnu málnýtslu
(Ibid., 2007: 88). Eftir mínum tykki skal av
hesum sama spurnarkanningin, ið her er
gjørd um hugburð, bert verða at hugsa um
sum ein ábending, og ikki sum ein avdúkan
av veruligari málnýtslu hjá heimildar-
fólkunum viðvíkjandi teimum trimum orða-
pørunum. Sigast kann, at hon tykist vátta, at
føroyskir menn, í størri mun enn kvinnur,
taka við nýggjyrðum. Øvut kann eisini sigast,
at kvinnur, í størri mun enn menn, tykjast at
taka við tøkuorðum, og at tær halda fastari
um danismurnar. Við hesum í tonkunum
skulu vit nú hyggja at málsligari atlaging og
mun millum kynini.
5.4 Málsligatlagingog
samleikaatburður
Ymiskt hevur verið skrivað um málsliga at-
laging. Týdningarmesta greiningarmyndil til
fyribrigdið finna vit hjá samfelagssálarfrøð-
inginum Ciles og starvsfeløgum hansara
(Giles and Powesland, 1997; Thakerar et ai,
1982; Giles etai, 1991). Um kvinnurog máls-
liga atlaging hevur eisini Lakoff (1975) sett
fram ástøði um sermerkt mál hjá kvinnum,
eyðkent av fyribrigdi, ið hon hevur givið
heitið 'hedging’9. Mikil orðadráttur hevur
staðist av ástøði hennara, og av tí, at stór
ósemja er um spurningin, fari eg at halda
meg til Meyerhoff, ið helst vil hyggja at 'eyð-
kenni fyri kyni’ og 'nærveru og ávirkan av
einum og hvørjum øðrum samleika' hjá tí
einstaka undir einum (Meyerhoff, 1996:204-
205).
Hinvegin, um ástøðið 'Speech Accom-
modation Theory' hjá Giles et al. er at siga,
at samrøða millum fólk er høvuðsviðgerðar-
evnið, har spurningurin snýr seg um hví og í
hvønn mun tann, ið tosar, lagar mál sítt at
hinum samrøðuluttakaranum. Sambært
ástøði teirra vil tann, ið tosar annaðhvørt
royna at laga mál sítt at hinum samrøðu-
luttakaranum fyri at vísa samhald og sam-
huga, ella hann nýtir eitt mál, ið liggur longri
burtur frá hinum samrøðuluttakaranum fyri