Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 35
GENDER AND LINGUISTIC ATTITUDES TOWARD VARIATIONS IN CONVENTIONAL
FAROESE LANGUAGE USAGE - SOME TRENDS
33
undirlutastøðu í samfelagnum vilja samla
sær 'ímyndarligan kapital og tign' við at velja
málburð, ið hevur almenna virðing (Trudgill,
1972; Eckert, 1989). Við røttum peikar J.
Milroy tá á, at um hetta var so einfalt, hví
velja so konurnar hjá monnum, ið hava báði
'vald og tign' í samfelagnum, ikki at taka eftir
málinum hjá hjúnafelagnum? (J. Milroy,
1991: 77). Fyri at svara hesum spurningi
hevur Eckert seinri sett fram fjølbroyttari
ástøði, har hon leggur afturat sjónarmið um
tilvitaða málnýtslu fyri at vísa limaskap í bólki
(Eckert and McConnel-Cinet, 1992; Eckert,
1998). Hetta eru spurningur og sjónarmið,
sum vit skulu leggja okkum í geyma og lýsa
við at hyggja at, hvat uppaftur aðrir samfe-
lagsmálfrøðingar siga.
Sambært James (vísandi til millum onn-
ur Nichols, 1983) er orsøkin hin sama: dagligt
samband við standardfrábrigdið gjøgnum
víðgreint og eintáttað netverk. Undir liggja
'marknaðarkreftirnar', ið eru uppruni til, at
dagliga sambandið við standardfrábrigdið er
íkomið (James, 1996: 99-100). í fyrstu syftu
kann sovorðin niðurstøða tykjast øvut av
teirri, ið James lýsir, men hon sigur eisini so
øvuta niðurstøðu koma av, at samfelagsmál-
frøðiligar kanningar nærum altíð hava verið
gjørdar fyri at samanbera frábrigdini í hægri
og lægri sosiobúskaparligum samfelagsbólk-
um (sum t.d. í kanningunum hjá Labov,
Trudgill og øðrum), og munirnir millum
kynini hava so bert komið fram sum ein eyka
eygleiðing, ið ikki hevur verið eins týðandi
fyri kanningina. Sambært James hevði úrslit-
'ð av kanningunum verið øðrvísi, um kyn og
netverk høvdu verið løgd sum lyklabrigdlar
undir kanningunum, og samleiki hevði verið
tikin við fyri at lýsa tað, ið var funnið. Víðari
finstjames at niðurstøðuni av hesum slagi av
kanningum við at vísa á, at kvinnurnar í
teimum lægru samfelagsbólkunum oftast
høvdu starv sítt sum tænastufólk í hægri
samfelagsbólkum. T.d. starvaðust tær sum
skrivstovufólk, sjúkrahjálpari, barnaskúlalær-
ari, og innan barnaansing. Umframt dagliga
sambandið við standardfrábrigdið, ið
nevndu størvini høvdu við sær, vóru hetta
eisini ofta størv, ið kravdu væl meiri skúla-
gongd enn tann, ið menn úr somu samfe-
lagsbólkum høvdu tikið fyri at útinna sítt
dagliga arbeið; teir vóru oftast at fmna innan
(ófaklært) handverk á ídnaðarvirkjum, verk-
smiðjum, o.s.fr..
Vit skilja, at málsligt málval hjá hesum
kvinnunum, ið James tosar um - øvut av hini
fyrru - lagar seg eftir punkti b) hjá James
omanfyri, og samstundis lagar tað seg eftir
grundreglu la hjá Labov. Sostatt eisini øvutu
uppáhaldini í grundreglu la og grundreglu II,
ið eru gjørdar sambært úrslitum, ið ymiskar
kanningar hava víst um val av málsligum frá-
brigdum hjá kvinnum.
3.2 Eitt sindur um málbroyting við
netverki og kyni sum lyklabrigdl-
um
Nú eitt sindur er sagt um øvutar niðurstøður
í málkanningum, skal eitt sindur verða sagt
um málbroytingar við netverki og kyni sum
lyklabrigdlum, og eg fari aftur at byrja við
Milroy and Milroy, ið siga at:
[...] it is not always illuminating to explain
patterns of sex differentiation in language
primarily with reference to (and depen-
dent on) social class in the way Labov
and many of those following him have
tended to (Milroy and Milroy, 1993:60).
([...] ikki er altíð upplýsandi at greina