Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 28
26 KYN OC MÁLSLIGUR HUCBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRICDIÐ - NAKRAR ÁBENDINCAR
øðrum málsamfeløgum - í summum førum
tykjast hava aðra málnýtslu enn menn.
Henda tilgongd er lýst av málfrøðingum í
nógvum øðrum samfeløgum kring heimin.
Tá hetta evnið verður umrøtt, kemur næsti
spurningur av sær sjálvum: hvat munnu
avleiðingarnar verða av valum, ið kvinnur
gera í málnýtsluni? Eisini henda spurningin
skal eg royna at siga eitt sindur um við at lýsa
kanningar, ið eru gjørdar í øðrum málsam-
feløgum.
Nógvar samfelagsmálfrøðiligar kanning-
ar vísa, at týðandi munir eru millum mál-
nýtsluna hjá vaksnum kvinnum og monnum.
Eisini í tilfarinum til meistararitgerðina hjá
mær var tílíkur munur at finna. T.d. nýttu
kvinnurnar munandi oftari enn menninir
donsk tøkuorð í staðin fyri føroysk orð. Eitt
annað eyðkenni var, at í bólkinum av fólki við
langari útbúgving varhesin munurin millum
kynini heilt nógv størri enn í hinum bólkun-
um. Hetta serliga fyribrigdið verður høvuðs-
viðgerðarevnið í hesari greinini.
1.2 Nøkur frøðiheiti í greinini
Almenn virðing/fjald uirðing (enskt: 'overt
prestige'/'covert prestige'). Víst verður til
Trudgill, 1972. Heitini verða nýtt um ta
virðing, ið tað gevur annaðhvørt at leggja
talumálið at standardfrábrigdinum (almen
virðing) ella at leggja tað at staðbundna mál-
førinum (fjald virðing). Sostatt hevur tað at
hava skil á standardfrábrigdinum við sær
'almenna virðing’, meðan nýtsla av stað-
bundna málførinum gevur 'fjalda virðing', t.e.
virðing í samfelagnum, har ein hoyrir heima.
Altjóða orð. Verður nýtt um altjóða tøkuorð,
báði nýggj og eldri, ið hava sín fullgóða
føroyska maka, ið eisini hoyrist í nýtslu.
Danisma. Verður nýtt um donsk orð og orða-
felli, báði nýggj og eldri, ið hava sín fullgóða
føroyska maka, ið eisini hoyrist í nýtslu.
Eginmálbúni (enskt: 'idiolect’). Verður nýtt
um frábrigdi, ið einstaklingur velur sær, ið
kann hava í sær smærri munir mótvegis stað-
bundna málførinum.
Eintáttað netverk (enskt: 'uniplex network').
Verður nýtt, tá fólk bert kennast og hava
samband í einum felagsskapi, antin tað nú er
arbeiðsplássið, tey eru felags um, ella okkurt
annað.
Fjøltáttað netverk (enskt: ‘multiplex net-
work'). Verður nýtt um, tá fólk hava sam-
band hvørt við annað í meira enn einum fe-
lagsskapi, t.d. í starvi, skyldskapi, granna-
felagsskapi, frítíðarítrivi, o.s.fr.
Frábrigdi (enskt: 'variety'). Verður her nýtt
um málsligt frábrigdi, ið ikki kann sigast at
vera staðbundið málføri.
Kotubroyting/kotublanding (enskt: 'code-
switching'/'code-mixing’). Víst verður til
Fasold, 1984: 180 og 182. Fasold sigur, at
bendingin í tekstinum fer at gera av, hvat mál
verður nýtt. Hettar merkir, at í kotubroyting
er víðfevnandi nýtsla av fremmandum lut-
eindum; sum tá tann, ið tosar, skiftir mál eitt
lítið bil fyri at geva frágreiðing/útfylling, ella
hann tekur heilar setningar inn í málið, hann
tosar, úrøðrum máli, ið hann blandarsaman
við. Hinvegin merkir kotublanding, at tann,
sum tosar, einans tekur orð uppímillum úr
einum øðrum máli, uttan at hetta ávirkar
bendingina í málinum, hann tosar.