Fróðskaparrit - 01.01.2009, Blaðsíða 54
52 KYN OG MÁLSLIGUR HUGBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRIGDIÐ - NAKRAR ÁBENDINGAR
Her vil eg taka framaftur tað, ið varð sagt
í 3.1 um 'samleikaatburð' (Milroy, 1992:152)
og í 3.3. um "nærveru og ávirkan av einum og
hvørjum øðrum samleika, ið er meir eyð-
kendur (enn kyn)” (Meyerhoff, 1996: 204-
205). Eins og í øðrum samfeløgum munnu
eisini føroyskar kvinnur hava tørv á at vísa
nærveru og ávirkan av øðrum samleika út
yvir sannroyndina um, at tær eru kvinnur, so
at tær, eins og aðrar kvinnur sambært kann-
ingum í øðrum samfeløgum, munnu vilja
vísa samleika sín sum báði 'føroyskar', 'tví-
mæltar'/'fieirmæltar’, 'frælsir persónar', 'út-
búnir persónar', o.s.fr. Hugsandi um áður-
nevnda fyribrigdið, ið Jabeur sigur frá tunisis-
ka samfelagnum, har hjálandamálið (franskt)
er vorðið sermerki fyri frábrigdið, kvinnurnar
velja sær, tykist hetta vera støða, ið minnir
um myndina, vit her síggja hjá føroysku
kvinnunum. Tískil er mín hugsan, at um-
framt møguleikan fyri at atlaga málburð sín
í samrøðu, tær høvdu við meg fyri at vísa
mær tekin um nærstøðu sum samrøðulut-
takari, eigur at verða tikið upp í metingina,
at hesar kvinnurnar eisini høvdu møguleika
til at vlsa "nærveru og ávirkan av øðrum sam-
leika", heilt í samsvari við ástøði MeyerhofTs.
Hugsandi er, at afturat samleikanum 'kvenn-
kyn' vóru aðrir samleikar til staðar; sum t.d.
'føroysk', 'tvímælt’/'fleirmælt' og 'kvinna
hoyrandi heima í bólki við hægri útbúgving',
og høvdu allir samleikar eins stóra ávirkan á
eginmálbúnan, tær valdu sær at brúka í hesi
samrøðuni.
Við hesum vil eg kortini ikki siga, at
menninir í sama bólki vildu vísa fjarstøðu
millum seg sjálvan og meg sum samrøðulut-
takara, men fari eg heldur at styðja meg til
Milroy and Margrain og vísa á møguleikan
fyri, at teir vildu vísa samleika, ið fevndi um
"nærleika til staðbundna málførið [...] og stig
av sameining í netverkum á staðnum"
(Milroy and Margrain, 1980: 44). Her er
kanska eisini gagnligt at minnast tað, Milroy
and Milroy siga um íkomu av samfelagsligari
stættaskipan í smáum samfeløgum vegna
afturgongd í tøttu netverkunum, tó at
netverkini verða framvegis varðveitt 'ovast
og niðast' i samfelagsligu stættaskipanini
(Milroy and Milroy, 1993:67 og 68).
Fyri mær tykjast fleiri forvitnisligir spurn-
ingar at vera goymdir her. Man frábrigdið, ið
hesar kvinnurnar velja sær, fara at gerast eitt
tekin um málburð hjá 'nútíðar kvinnuni'; hjá
henni, 'ið er væl útbúgvin', so at hetta frá-
brigdið samstundis gerst eitt tekin um fram-
gongd? Ella man tað hin vegin fara at verða
frábrigdið hjá monnunum, ið málsamfelagið
annars fer at tulka sum tekin um nútíðardám
og broyting, so at hetta gerst til eitt tekin um
framgongd?
Hesir spurningar hava við avleiðingar at
gera, og nú vit hava nomið við nakrar orsakir
til ymisk val av frábrigdum hjá kvinnum og
monnum, kann spurningurin um avleiðingar
av tílíkum málvalum tykjast at liggja heilt
nær. Tað er mín fatan, at fullgott kjak um av-
leiðingar av tí frábrigdinum, ið fólk velja sær,
kann ikki gerast við tilfarinum til hesa grein-
ina. Helst munnu størri kanningar eiga at
verða gjørdar um tillaging av føroyska mál-
inum móti hinum norðurlendsku málunum,
serstakliga donskum, saman við uppaftur
størri kanning um hugburð hjá føroysku mál-
brúkarunum til málvarðveitslu fyri at kunna
siga nakað um evnið. Viðvíkjandi athalli og
tillaging millum føroyskt og danskt kann vís-
ast til Petersen og verkætlan hansara, ið enn
er í gongd (sí m.a. Petersen, 2006; 2008).
Kortini fari eg her at leggja sjógv millum meg