Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 54

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Side 54
52 KYN OG MÁLSLIGUR HUGBURÐUR TIL FØROYSKA TALAÐA FRÁBRIGDIÐ - NAKRAR ÁBENDINGAR Her vil eg taka framaftur tað, ið varð sagt í 3.1 um 'samleikaatburð' (Milroy, 1992:152) og í 3.3. um "nærveru og ávirkan av einum og hvørjum øðrum samleika, ið er meir eyð- kendur (enn kyn)” (Meyerhoff, 1996: 204- 205). Eins og í øðrum samfeløgum munnu eisini føroyskar kvinnur hava tørv á at vísa nærveru og ávirkan av øðrum samleika út yvir sannroyndina um, at tær eru kvinnur, so at tær, eins og aðrar kvinnur sambært kann- ingum í øðrum samfeløgum, munnu vilja vísa samleika sín sum báði 'føroyskar', 'tví- mæltar'/'fieirmæltar’, 'frælsir persónar', 'út- búnir persónar', o.s.fr. Hugsandi um áður- nevnda fyribrigdið, ið Jabeur sigur frá tunisis- ka samfelagnum, har hjálandamálið (franskt) er vorðið sermerki fyri frábrigdið, kvinnurnar velja sær, tykist hetta vera støða, ið minnir um myndina, vit her síggja hjá føroysku kvinnunum. Tískil er mín hugsan, at um- framt møguleikan fyri at atlaga málburð sín í samrøðu, tær høvdu við meg fyri at vísa mær tekin um nærstøðu sum samrøðulut- takari, eigur at verða tikið upp í metingina, at hesar kvinnurnar eisini høvdu møguleika til at vlsa "nærveru og ávirkan av øðrum sam- leika", heilt í samsvari við ástøði MeyerhofTs. Hugsandi er, at afturat samleikanum 'kvenn- kyn' vóru aðrir samleikar til staðar; sum t.d. 'føroysk', 'tvímælt’/'fleirmælt' og 'kvinna hoyrandi heima í bólki við hægri útbúgving', og høvdu allir samleikar eins stóra ávirkan á eginmálbúnan, tær valdu sær at brúka í hesi samrøðuni. Við hesum vil eg kortini ikki siga, at menninir í sama bólki vildu vísa fjarstøðu millum seg sjálvan og meg sum samrøðulut- takara, men fari eg heldur at styðja meg til Milroy and Margrain og vísa á møguleikan fyri, at teir vildu vísa samleika, ið fevndi um "nærleika til staðbundna málførið [...] og stig av sameining í netverkum á staðnum" (Milroy and Margrain, 1980: 44). Her er kanska eisini gagnligt at minnast tað, Milroy and Milroy siga um íkomu av samfelagsligari stættaskipan í smáum samfeløgum vegna afturgongd í tøttu netverkunum, tó at netverkini verða framvegis varðveitt 'ovast og niðast' i samfelagsligu stættaskipanini (Milroy and Milroy, 1993:67 og 68). Fyri mær tykjast fleiri forvitnisligir spurn- ingar at vera goymdir her. Man frábrigdið, ið hesar kvinnurnar velja sær, fara at gerast eitt tekin um málburð hjá 'nútíðar kvinnuni'; hjá henni, 'ið er væl útbúgvin', so at hetta frá- brigdið samstundis gerst eitt tekin um fram- gongd? Ella man tað hin vegin fara at verða frábrigdið hjá monnunum, ið málsamfelagið annars fer at tulka sum tekin um nútíðardám og broyting, so at hetta gerst til eitt tekin um framgongd? Hesir spurningar hava við avleiðingar at gera, og nú vit hava nomið við nakrar orsakir til ymisk val av frábrigdum hjá kvinnum og monnum, kann spurningurin um avleiðingar av tílíkum málvalum tykjast at liggja heilt nær. Tað er mín fatan, at fullgott kjak um av- leiðingar av tí frábrigdinum, ið fólk velja sær, kann ikki gerast við tilfarinum til hesa grein- ina. Helst munnu størri kanningar eiga at verða gjørdar um tillaging av føroyska mál- inum móti hinum norðurlendsku málunum, serstakliga donskum, saman við uppaftur størri kanning um hugburð hjá føroysku mál- brúkarunum til málvarðveitslu fyri at kunna siga nakað um evnið. Viðvíkjandi athalli og tillaging millum føroyskt og danskt kann vís- ast til Petersen og verkætlan hansara, ið enn er í gongd (sí m.a. Petersen, 2006; 2008). Kortini fari eg her at leggja sjógv millum meg
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200
Side 201
Side 202
Side 203
Side 204
Side 205
Side 206
Side 207
Side 208
Side 209
Side 210
Side 211
Side 212
Side 213
Side 214
Side 215
Side 216

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.