Fróðskaparrit - 01.01.2009, Blaðsíða 81
THE THEORY OF EVOLUTION AND IDEOLOGY
79
ætlan má miseydnast, tí hon er ein contra-
dictio in adjecto, ein sjálvmótsøgn.
Aylmer verður í síni vísindaligu hugmóð
lýstur sum ein avmarkaður persónur. Hóast
hann hevur staðfest, at náttúran krógvarsíni
loyndarmál, sum teksturin sigur, ætlar hann
kortini at royna segsum skapara. Hevði hann
verið ektaður romantikari, hevði hann latið
seg upp fyri náttúruni og hugtikin eygleitt
hennara ríkidømi og margfeldi sum í ævin-
týrinum "Klokkan" (1845) eftir H.C. Ander-
sen (1805-75), har tveirdreingir, vanligatulk-
aðir sum yrkjarin sjálvur og náttúruvísinda-
maðurin H.C. Ørsted (1777-1851), hoyra
náttúrunnar duldu rødd. Men sannkenning-
in hjá Aylmer er úrslit av rationellum rann-
sóknum, og sum hann sjálvur hevur staðfest,
so geva tær ikki svar upp á ta gátu, sum hann
hevur sett sær fyri at loysa.
Georgiana umboðar ikki somu náttúru-
fatan sum Aylmer. Tá ið hon um móður-
merkið sigur, at tað /kcmska/ er so djúpt sum
lívið sjálvt8, so peikar tað á eina heildarfatan,
sum svarar til náttúruheimspekina hjá
Friedrich Schelling (1775-1854). Eisini tæn-
arin Aminadab, sum sagt verður um, at hann
sýnist at umboða menniskjans kropsligu
natúr6 sýnist intuitivt at fata vandan í ætlan-
ini hjá Aylmer, tá ið hann sigur: Var hon kona
mín, hei/ði eg aldrin sloppið mcer av við hetta
móðurmerkið.7
2. partur
I 1886 kom skaldsøgan The Strange Case of
Dr Jekyll and Mr Hyde eftir Robert Louis
Stevenson (1850-94) út. Hon snýr seg um tað
modernaða, syndraða menniskjað. Søgan fer
fram í London í viktoriutíðini og snýr seg um
tann siðiliga og virda læknan Dr. Henry Jekyll
og hansara alter ego, tann persóngjørda
djevulin Mr. Edward Hyde. Dr. Jekyll hevur
starvsstovu og bústað við tænastufólkum í
einum stórum, hugnaligum ríkmannahúsum
í West End. Men aftanfyri er ein myrkur
bakgarður, og har fer Mr. Hyde inn, tá ið hann
kemur aftur frá sínum ólevnaði í Soho, har
hann hevur leigað sær hús til endamálið.
Jekyll er sera framsøkin, og tað hevur týdning
fyri hann at standa høgt í metum hjá fólki.
Men samstundis hevur hann eina sterka
trongd til at njóta alt tað, sum lívið hevur at
bjóða, og tað letur seg ikki sameina við tær
hugsjónirnar, hann byggirsítt virksemi uppá.
Hann fær tí tann tankan, at tað hevði verið
lættari, um tær báðar síðurnar í hansara
persóni kundu verið skildar heilt sundur,
soleiðis at onnur síðan kundi liva eitt lív í
njóting og ólevnaði, uttan at hin síðan varð
plágað av samvitskubiti ella fekk spilt sítt
góða navn og umdømi. Hann hevur við
rannsóknum funnið fram til, at likam okkara,
sum tykist so haldgott, er einki annað enn
geislingar og glógvan frá vissum máttmiklum
síðum í sálini8, og hann hevur framleitt ein
løg, sum ger tað møguligt at taka máttin úr
ávísum síðum av sálarlívinum og flyta hann
yvir í aðrar síður. Harafturat er hann eisini
førur fyri at broyta andlitsbragdið soleiðis, at
tað, hóast tað framvegis er hansara, bar brá
av teim lágu og óndu dráttum í sál míni.9
Dr. Jekyll fer undir eitt dupultlív, sum
tykist lovandi. Hann er førur fyri at skapa seg
umaftur, tá ið hann sum Hyde hevur fingið
stillað sín tørv. Eingin uppdagar nakað, tí tá
ið hann hevur drukkið løgin, og umskapanin
er farin fram, er Hyde ítøkiliga upploystur.
Jekyll hevur tamarhald á støðuni. Men bara
eina tíð. At byrja við er Hyde lítil og veikur,
og hann er eisini yngri; Jekyll forklárar tað við,
at hann er nógv minni royndur í lívinum.