Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 29
GENDER AND LINGUISTIC ATTITUDES TOWARD VARIATIONS IN CONVENTIONAL
FAROESE LANGUAGE USAGE - SOME TRENDS
27
Málsligsamfeld heild (enskt: 'language conti-
nuum'). Verður nýtt fyri at lýsa slektskap
millum málfrábrigdi, ið liggja á rað aftan á
hvørt annað, soleiðis at tey bæði frábrigdini
í hvørjum enda hava minst í felag.
Málslig atlaging. Verður her nýtt um fyri-
brigdi 'linguistic accommodation' eftir ástøð-
inum hjá Giles and Powesland (1997) og
Giles et al. (1991) um 'Speech Accommoda-
tion Theory', og hugtakið skal ikki blandast
saman við 'málsliga tillaging', ið helst verður
nýtt, tá tungumál nærkast hvørjum øðrum av
málsligum sambandi (sí t.d. Petersen, 2006).
Nýggj ensk tøkuorð. Verður her nýtt um orð,
sum beint nú verða tikin inn í føroyskt, og eg
rokni sostatt ikki uppí gomul ensk orð, ið eru
komin inn undir krígnum og langt fyri ta tíð.
Sí Jóansson (1997) eftir útfyllandi frágreiðing
um gomul ensk tøkuorð í føroyskum.
Staðbundið máljøri. (enskt: 'local dialect').
Verður nýtt um málføri, ið verður nýtt innan
eitt ávíst øki í landinum.
Standardjrábrigdi (enskt: 'standard variety').
Verður nýtt um skriftmál og mál, ið fylgir
heildarreglunum fyri skriftmálið; í øðrum
sjálvstøðugum londum ofta eisini nevnt
'ríkismál’. Men føroysku viðurskiftini við ríkis-
felagsskapinum við Danmark og heitinum
'ríkis-' tengt at donskum viðurskiftum, gera,
at 'ríkismál’ ikki hóskar til føroyskt, eins og
t.d. 'ríkisenskt’ og 'ríkisnorskt' høvdu verið
hóskandi fyri 'standard variety’ í teimum
báðum samfeløgunum.
Stættarmáljøri (enskt: 'sociolect’). Verður
nýtt um frábrigdi, ið er felags fyri bólk í
samfelagnum, men at tað ikki er staðbundna
málførið, ið kanska fyrr var ella enn er
ráðandi á økinum. Frábrigdi av hesum slag-
num eru sum oftast býarfyribrigdi og heldur
meir sjáldsamt fyribrigdi, har fólk búgva
spjadd og eru færri í tali.
Tøkuorð (enskt^loan word'). Verður nýtt um
orð, ið er tikið inn í móðurmálið úr øðrum
málum, og orðið er tillagað báði í úttalu og
bendingarmynstri.
2.0 ÁSTØÐI OG HÁTTALØG
2.1 Hugburðurog
sosialkonstruktivisma
í greinini er ikki rúm fyri at greiða henda
spurningin, og skal eg tí bert siga meg vera
samda við Jacobsen, at í hugburðskanning-
um merkir sosialkonstruktivisman, at hug-
burður er ikki nakað fast ella grundleggjandi,
men nakað, ið er treytað av ráki og samfe-
lagsviðurskiftum. Hugburðurin hjá tí einstaka
kann tískil vera ein í dag og ein annar í morg-
in, alt eftir umstøðunum. Jacobsen sigur víð-
ari, at kortini er tað so, at kanningar kunnu
avdúka rák í samfelagnum, ið eru ráðandi, tá
kanningin verður gjørd. Sostatt fer tað altíð
at verða endamálið hjá granskaranum: at lýsa
nútímans viðurskifti í samfelagnum soleiðis,
at vit vónandi kunnu siga eitthvørt um rákið,
ið ger seg galdandi, t.d. í málfrøðiligum høpi
(Jacobsen, 2004 :19).
2.2 Hugtakið 'kyn' í málfrøðiligum
bókmentum
Um mun millum kynini og hugburð er hig-
artil lítið skrivað um í føroyskum viðurskift-
um. Jacobsen (2008) nemur við spurningin,
men hann kemur ikki við ástøði um, hvat