Fróðskaparrit - 01.01.2009, Síða 39
GENDER AND UNCUISTIC ATTITUDES TOWARD VARIATIONS IN CONVENTIONAL
FAROESE LANGUAGE USAGE - SOME TRENDS
37
gongd í teimum tøttu og fjøltáttaðu netverk-
unum. Eitt áhugavert fyribrigdi í tílíkari
broyting er kortini, at ovast og niðast í sam-
felagsligu stættaskipanini verða tó framvegis
tøtt og fjøltáttað netverk varðveitt (Milroy
& Milroy, 1993: 67 & 68). Vit skulu her eisini
minnast til, at málbrúkarar støðugt gera sær
nyttu av meir enn einum samleika, og sigur L.
Milroy aðrastaðni, at "speakers use the
resources of variability in their language to
express a great complex of different iden-
tities" (Milroy, 1992a: 115). Sambært J. Milroy
eiga vit at lima inn í myndil okkara, at málið
verður nýtt ímyndarliga fyri at geva tekin til
aðrar samrøðuluttakarar um annaðhvørt
samhald ella samfelagsliga fjarstøðu (Milroy,
1992: 152). Serliga kent í hesum høpi eru
Detroit-kanningarnar hjá Eckert (Eckert,
1988). Við sosialkonstruktivismu sum portur
og ástøði tekur Cameron undir við Eckert í,
at kvinnurnar sum partur í samfelagnum við
lægri tignarstøðu enn menn eru meir
bundnar enn teir at finna sær ímyndarliga
tign fyri ikki at missa samleika og limaskap í
bólki (Cameron, 2003:191).
Hjá Abd-el-Jawad finna vit áminning um
kanningar hjá Labov (1972) og Dorian
(1980), ið vísa, at bólkar av málbrúkarum t.d.
varðveita avløgd brigdi fyri at skilja seg
burtur úr hinum í samfelagnum og fyri at
vátta samleika sín sum hoyrandi til á staðn-
um. Men eisini sigur hann, at øvut viðurskifti
eru at finna, og hann sigur, at málbrúkarar
kunnu velja at leggja burtur brigdi av stað-
bundna málførinum og velja aðrar formar, ið
hava fingið virðing í samfelagnum, framum.
Hann rópar hetta 'act of language’, og hann
greiðir í hesum føri frá kanningum í trimum
samfeløgum við skiftismæli (Nablus, Bag-
dhad og Bahrain), har staðbundin frábrigdi
sigast at hava virðing á staðnum, so at tey í
óformligum høpi kappast við og vinna á
standardfrábrigdinum (Abd-el-Jawad, 1987:
364 & 365). Mín hugsan er, at støða við skift-
ismæli umframt nærvera av fremmandum
máli líkist føroysku støðuni, og tí skal eisini
verða hugt at hesum evninum.
3.4 Eitt sindur um hugburð til
standardfrábrigdið í
málsamfeløgum við skiftismæli5
Við tilfarinum omanfyri í baksýni skal nú
stutt samanbering verða gjørd við støðu í
samfeløgum við skiftismæli, og vit fáa at
síggja, at hon í ávísan mun kann sigast at
líkjast føroysku støðuni. Her haldi eg arabisku
málsamfeløgini vera áhugaverd, av tí at tey
øll hava málsliga støðu við skiftismæli, t.v.s.,
at dagliga málið, ið verður tosað, liggur rætti-
liga langt frá skrivliga standardfrábrigdinum.
Eins og eg havi nomið við í grein um skiftis-
mæli í føroyskum (Pauladóttir, 2008), kann
støðan í Føroyum vera tann, at tað kann vera
skilvíst at tosa um stig av skiftismæli vegna
frástøðuna millum dagliga málið og skrivliga
standardfrábrigdið. Vit kenna eisini til onnur
samfeløg við støðu, ið er greinað sum skiftis-
mæli, og týskt-sveisiska málsamfelagið er aft-
urvendandi dømið (Ferguson, 1959, 1991).
Annað málsamfelag, ið kann nevnast, er
Bangladesh við frábrigdinum sadhu bhasa,
sum standardfrábrigdi, mótvegis colit bhasa
sum dagligum frábrigdi í bangla (Dil, 1986).
Hjá Ferguson eru eisini arabisku londini
greinað sum málsamfeløg við skiftismæli, og
er støðan í hesum samfeløgunum, at stand-
ardfrábrigdið6 hevur høga almenna virðing,
hóast fáur ella eingin nýtir tað í dagligari talu.
Al-Wer sigur, at fólk við útbúgving meir enn
so nýta brigdi úr standardfrábrigdinum í