Fróðskaparrit - 01.01.2009, Blaðsíða 83
THE THEORY OF EVOLUTION AND IDEOLOGY
81
menniskjað noyðist at sættast við.Jekyll hev-
ur skomm av sínum óflýggjaskapi sum Hyde,
tí hann er ósambæriligur við tað høga lívs-
endamálið, hann hevur sett sær, men hann
er ikki hyklari, sigur hann, tí / báðum førum
var eg fullur og heilur tað, sum eg var.15
Kanska ein ironisk viðmerking til tann gald-
andi borgaraliga dupultmoralin.
Um somu tíð, sum Stevenson skrivaði
sína skaldsøgu, legði neurologurin Sigmund
Freud (1856-1939) grundarlagið undir ta
modernaða sálarfrøðina. Brúka vit hansara
lýsing av persónmenskuni, kunnu vit lýsa
Jekyll og Hyde sum ávíkavist superego (yvireg)
og id (tað). Yvireg ið er tann parturin av
persónmenskuni, sum fortelur, hvat er rætt
og skeivt, tað umboðar eitt nú moral og
samvitsku. Tnð’ið umboðar girnd og tørvir,
tað er tað ótilvitaða, tann primitivi parturin.
Eg’ið er tann stovnurin, sum skal síggja til at
skapa javnvág soleiðis, at tørvsnøktanin fer
fram á ein hátt, sum tryggjar menniskjanum
eina tilveru í longdini.
í skaldsøguni fær toð'ið sjálvstøðugt lív,
ogyv/reg'ið hevur ikki longur tamarhald á tí.
Men tað merkir ikki, at Jekyll, yvireg'ið, ikki
veit, hvat fer fram, tí tað ger hann, og hann
ógvast við, men hetta er bara ikki hansara
ábyrgd. Hjá Stevenson er eg’stovnurin kroyst-
ur millum hinar báðar sterku stovnarnar.
Eg’ið sleppur ikki at mennast natúrliga og
skapa javnvág í persónmenskuni. Yvireg'ið
forðar fyri, at tann natúrliga tørvsnøktanin
fær hóskandi pláss, og tí verður úrslitið, at
kreftirnar verða perverteraðar. Tað samsvarar
sum longu nevnt væl við tíðina, tí tann borg-
araligi moralurin viðurkendi ikki seksualitetin
sum borðbæran. Men skaldsøgan peikar
kortini út um tíðina í síni lýsing av persón-
menskuni. Niðurstøðan hjá Dr. Jekyll er, at
maðurin ikki er ein, men tveir, og hann
heldur fram:
Eg sigi tveir, tí kunnleiki mín røkkur ikki
longur enn. Men aðrir koma aftaná, og
munnu leita eftir somu rás, og úrslitið, giti
eg, verður, at maðurin verður kendur sum
eitt pinkusamfelag við mongum ósam-
bæriligum og sjálvstøðugum verum.16
Her orðar hann á ein hátt tað, sum Freud
situr og granskar í í Wien tey árini.
Tað dýnamiska bretska ríkið tekur seg fram á
øllum hermótum upp gjøgnum 1800-talið,
og tann ótamda liberalisman skapar eitt
stættasamfelag, har fólk liva í ófatiligum
ríkidømi og djúpari armóð. Skaldsøgan eftir
Stevenson kann eisini lesast við sosiologisk-
um brillum, tí Hyde kann ímynda ta karráu
kapitalismuna, sum hevur eittans endamál:
at skapa vinning til tann einstaka uttan sam-
felagsligt atlit. Tað ástøðiliga grundarlagið
finna vit t.d. hjá Herbert Spencer (1820-
1903). Hann hevði ta fatan, at kapping uttan
uppílegging fór at skapa framburð í longdini.
Hann bygdi m.a. á ástøðið hjá Jean-Baptiste
Lamarck (1744-1829) um, at tilognaðir
eginleikar arvast, og hann helt seg finna tað
váttað í menningarlæruni hjá Darwin. Á
sama hátt sum í náttúruni fóru tey sterkastu
og best skikkaðu at vinna og á tann hátt
menna samfelagið. Uppílegging frá t.d. stat-
inum fór bara at darva gongdini. Tað er
vanligt at brúka hugtakið sosialdarwinisma
um hesa óskipaðu liberalismuna, men
Charles Darwin hevur ikki nakað við hana at
gera. Hann var ikki samdur við Herbert
Spencer í, at tær sokallaðu fríu kreftirnar
skuldu sleppa at ráða ótarnaðar.
Skaldsøgan tykist halda tað sama. Um