Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 83

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 83
THE THEORY OF EVOLUTION AND IDEOLOGY 81 menniskjað noyðist at sættast við.Jekyll hev- ur skomm av sínum óflýggjaskapi sum Hyde, tí hann er ósambæriligur við tað høga lívs- endamálið, hann hevur sett sær, men hann er ikki hyklari, sigur hann, tí / báðum førum var eg fullur og heilur tað, sum eg var.15 Kanska ein ironisk viðmerking til tann gald- andi borgaraliga dupultmoralin. Um somu tíð, sum Stevenson skrivaði sína skaldsøgu, legði neurologurin Sigmund Freud (1856-1939) grundarlagið undir ta modernaða sálarfrøðina. Brúka vit hansara lýsing av persónmenskuni, kunnu vit lýsa Jekyll og Hyde sum ávíkavist superego (yvireg) og id (tað). Yvireg ið er tann parturin av persónmenskuni, sum fortelur, hvat er rætt og skeivt, tað umboðar eitt nú moral og samvitsku. Tnð’ið umboðar girnd og tørvir, tað er tað ótilvitaða, tann primitivi parturin. Eg’ið er tann stovnurin, sum skal síggja til at skapa javnvág soleiðis, at tørvsnøktanin fer fram á ein hátt, sum tryggjar menniskjanum eina tilveru í longdini. í skaldsøguni fær toð'ið sjálvstøðugt lív, ogyv/reg'ið hevur ikki longur tamarhald á tí. Men tað merkir ikki, at Jekyll, yvireg'ið, ikki veit, hvat fer fram, tí tað ger hann, og hann ógvast við, men hetta er bara ikki hansara ábyrgd. Hjá Stevenson er eg’stovnurin kroyst- ur millum hinar báðar sterku stovnarnar. Eg’ið sleppur ikki at mennast natúrliga og skapa javnvág í persónmenskuni. Yvireg'ið forðar fyri, at tann natúrliga tørvsnøktanin fær hóskandi pláss, og tí verður úrslitið, at kreftirnar verða perverteraðar. Tað samsvarar sum longu nevnt væl við tíðina, tí tann borg- araligi moralurin viðurkendi ikki seksualitetin sum borðbæran. Men skaldsøgan peikar kortini út um tíðina í síni lýsing av persón- menskuni. Niðurstøðan hjá Dr. Jekyll er, at maðurin ikki er ein, men tveir, og hann heldur fram: Eg sigi tveir, tí kunnleiki mín røkkur ikki longur enn. Men aðrir koma aftaná, og munnu leita eftir somu rás, og úrslitið, giti eg, verður, at maðurin verður kendur sum eitt pinkusamfelag við mongum ósam- bæriligum og sjálvstøðugum verum.16 Her orðar hann á ein hátt tað, sum Freud situr og granskar í í Wien tey árini. Tað dýnamiska bretska ríkið tekur seg fram á øllum hermótum upp gjøgnum 1800-talið, og tann ótamda liberalisman skapar eitt stættasamfelag, har fólk liva í ófatiligum ríkidømi og djúpari armóð. Skaldsøgan eftir Stevenson kann eisini lesast við sosiologisk- um brillum, tí Hyde kann ímynda ta karráu kapitalismuna, sum hevur eittans endamál: at skapa vinning til tann einstaka uttan sam- felagsligt atlit. Tað ástøðiliga grundarlagið finna vit t.d. hjá Herbert Spencer (1820- 1903). Hann hevði ta fatan, at kapping uttan uppílegging fór at skapa framburð í longdini. Hann bygdi m.a. á ástøðið hjá Jean-Baptiste Lamarck (1744-1829) um, at tilognaðir eginleikar arvast, og hann helt seg finna tað váttað í menningarlæruni hjá Darwin. Á sama hátt sum í náttúruni fóru tey sterkastu og best skikkaðu at vinna og á tann hátt menna samfelagið. Uppílegging frá t.d. stat- inum fór bara at darva gongdini. Tað er vanligt at brúka hugtakið sosialdarwinisma um hesa óskipaðu liberalismuna, men Charles Darwin hevur ikki nakað við hana at gera. Hann var ikki samdur við Herbert Spencer í, at tær sokallaðu fríu kreftirnar skuldu sleppa at ráða ótarnaðar. Skaldsøgan tykist halda tað sama. Um
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.