Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 82
80
MENNINGARÁSTØÐI OG MENNINGARFRØÐI
Trupulleikarnir koma, tá ið Hyde fer illa við
eini smágentu, sum hann rennur umkoll og
traðkar á, og tá ið hann drepur ein mann í
illsinni. í báðum førum eru vitni, og hóast tað
eydnast honum at sleppa burtur, vita fólk nú,
hvussu hann sær út, og navnið er eisini kent.
Men av góðum grundum verður hann ikki
funnin.
Hvussu leingi dupultlívið heldur fram, er
ikki greitt, men kanska nøkur fá ár. Jekyll er
frá byrjan tilvitaður um, at hetta er eitt
vandamikið spæl, tí eitt evarska lítið frávik í
samansetingini í løginum fer at hava van-
lukkuligar avleiðingar. Men nøgdin gevur ikki
altíð tað væntaða úrslitið, og tað kemur fleiri
ferðir fyri, at hann noyðist at tvífalda, ja
enntá trífalda hana. Við tíðini veksur megin í
Hyde, og Jekyll noyðist at sanna, at hann má
velja millum báðarsíðurnar. Hann velur Jekyll
og livir hansara í allar mátar siðiliga lív, har
hann enntá roynir at bøta um tær illgerðir,
hann hevur framt sum Mr. Hyde. Men ein
dagin hendir tað, at broytingin fer fram av
sær sjálvari. Hann hevur mist tamarhaldið á
tilgongdini, og endin verður, at hann drepur
Hyde og harvið seg sjálvan.
í pørtum av romantikkinum og í
romantismuni var áhugin fyri tí irrationella,
fyri tí demoniska ella tí sonevndu náttsíðuni
í menniskjanum stórur. Vit kunnu hugsa um
verk sum Die Elixiere des Teufels (1815/16)
eftir E.T.A. Hoffmann (1776-1822), "William
Wilson" (1839) eftir Edgar Allan Poe (1809-
49) og "Skuggan" (1847) eftir H.C. Andersen,
sum skaldsøgan eftir Stevenson er skyld við,
men sum hon eisini víkir frá. Hyde er ikki ein
spegilsmynd av teimum kreftum í menniskj-
anum, sum vit ikki vilja kennast við, hann er
ein fysisk vera, men á lægri menningarstigi, tí
sum Jekyll sigur: ...hetta var eisini eg10.
Tað paradigmuskifti, sum menningar-
læran hjá Charles Darwin við On the Origin
of Species frá 1859 og The Descent of Man,
and Selection in Relation to Sex frá 1871 var
atvoldin til, sæst aftur í skaldsøguni eftir
Stevenson. í tekstinum brúkar Jekyll orð sum
"djórið” og "villdjórið innan í mær"11 til at
lýsa Hyde við, og Poole, tænarin hjá Jekyll,
nevnir hann "mansling" og ber hann saman
við eina apu12. Utterson, sakførari, sum er
vinmaður Jekyll, ger sær hesar tankar um
Hyde, sum hann tá akkurát hevur tosað við:
Gudforláti mcer er hetta ikki menniskjanslig
vera! Ein vera mitt ímillum djór og mann,
ha?13
Dr. Jekyll er við sínum rannsóknum kom-
in fram til, at persónmenskan er í tvíningum.
Tað verður ikki sagt beinleiðis í skaldsøguni,
hvat Hyde hevst at, tá ið hann fremur sínar
illgerðir. Men tað liggur implisitt í lýsingun-
um, at tað er tann burturtroðkaði seksuali-
teturin, sum verður sleptur leysur. Og bæði í
tí calvinsku mentanini, Stevenson var vaksin
upp í í Skotlandi, og í viktoriutíðini, sum
skaldsøgan varð til í, var moralurin sera
strangur. Tann hampuligi borgarin, sum ger
sína skyldu og livir eitt sømiligt lív, er góður,
hann ella hon, sum stígur út um teir trongu
karmarnar, er óndur ella ónd.
Jekyll umboðar borgaran, sum roynir at
liva upp til teir normarnar, sum samfelagið
og hann sjálvur seta. Men tann parturin av
honum, sum umboðar alt tað forbodna, er
so sterkur, at hann má geva eftir. Hann sigur,
at tað er lyndið, sum hann hevur fingið frá
náttúruni, sum er upprunin til ólevnaðin hjá
Mr. Hyde, og ikki óndskapur14. Við hesum
brýtur Stevenson avgerandi við ta ráðandi,
moralsku fatanina. Girndin er sambært
skaldsøguni ein holdborin veruleiki, sum