Fróðskaparrit - 01.01.2009, Qupperneq 11
DICUIL ABOUT THE FAROE ISLANDS
9
ein. Hesin oyggjaflokkurin er Føroyar heldur
enn Hetland.
3. 'aðrar’, t. e. aðrar enn tann sum prest-
urin sigldi til: 'Aðrar av teim nevndu oyggj-
unum eru smáar'. Kanska er tað soleiðis
Bieler skilur tað, táið hann (1967:75) saman-
ber unam illam beint frammanfyri við illae
insulae + aliae her: kanska meinar hann at
tá ið unam illam har má merkja 'eina av
teimum', má illae insulae + aliae her kunna
merkja 'aðrar av hasum oyggjunum'. Eg ivist
í, at hetta er rætt; eg hugsi, at um Dicuil
hevði viljað sagt hatta, hevði hann heldur
orðað tað soleiðis: "Aliae illarum insularum
sunt paruulae". Haraftrat kemur at Dicuil
neyvan hevur viljað sagt hatta, tí tað tykist
at krevja at hann frammanundan hevur sagt
okkurt um støddina á oynni sum presturin
sigldi til, og tað hevur hann ikki.
4. 'summar’. Vanligt í latíni er at brúka
tvey aliae: aliae... aliae..., sum merkir
'summar... aðrar...', eisini sama orðið í einum
øðrum kyni, tali ella falli, og soleiðis stendur
fleiri ferðir omanfyri her. Aliae her í VII.15 er
tað sama sum tað fyrra aliae har, men í stað-
in fyri tað seinna aliae har er her brúkt fere
cunctae 'næstan allar'. Orðarætt: 'Hasar
oyggjarnar eru summar smáar, [og/men]
næstan allar samlar [bara] skildar frá hvørj-
um øðrum av mjáum sundum’. Undirskilt: og
tí síggja tær kortini næstan út sum ein stór
oyggj. - Soleiðis hevur Helgi Cuðmundsson
(1997: 95) skilt aliae og allan setningin; týð-
ing hansara: "bær eyjar eru sumar smáar og
milli nærri allra eru mjó sund".
Av uppskotunum til hvussu setningurin
skal skiljast, er tað seinasta óivað tað rætta.
Zakarias Wang (2008) heldur, at Dicuil
ikki meinar við Føroyar tá ið hann sigur frá
oyggjum har írskir munkar hava búð í
hundrað ár (sum sagt omanfyri, er munkar
minni nágreiniligt enn einbúgvar). Próvførsla
hansara umfatar tvær fortreytir og eina nið-
urstøðu:
(F1:) Um tær oyggjarnar sum onnur
halda vera Føroyar, sigur ZWás. 181 at Dicuil
kallar tær eina lítla oyggj, men á s. 182 at
hann kallar tær smáar oyggjar. Hetta skilur
ZW sum smáar til samans, og hann heldur at
tað má vera í mun til Orknoyggjar og Het-
land at tær eru smáar. - (F2:) Men Føroyar
eru "javnstórar við Hetland og væl størri enn
Orknoyggjarnar". - (N:) Tí kunnu oyggjarnar
sum Dicuil tosar um ikki vera Føroyar. -
Soleiðis ZW.
Men tann fyrra fortreytin er skeiv: Tær
oyggjarnar sum kanska eru Føroyar, umrøður
Dicuil ikki sum eina oyggj men sum fleiri
oyggjar. Har sum hann tosar um eina oyggj,
meinar hann ikki við oyggjalandið sum heild
men við eina av oyggjunum (og hann sigur
einki um stødd hennara). Og tá ið hann sigur
at oyggjarnar (ella summar av teimum) eru
smáar, meinar hann smáar bvørsær. Taðgev-
ur onga meining her at gera eina samanber-
ing í stødd millum Føroyar sum heild og
Hetland og Orknoyggjar. Próvførslan hjá ZW
heldur ikki.
ZW vil lata onnur kjakast um hvørjar
oyggjar Dicuil so meinar við. Tað hevði verið
í lagi um Føroyar høvdu hóskað illa til lýs-
ingina hjá Dicuil. Men Føroyar hóska so væl
at tær bara kunnu avvísast um aðrar oyggjar
hóska uppaftur betri.
Um tað er Føroyar Dicuil meinar við, er
so tað satt sum hann sigur um írskar ein-
búgvar har og um fólkaoyði áðrenn teir
komu og aftur tá ið teir vóru horvnir og
meðan hann skrivaði? Tað er ein annar
spurningur, sum støða ikki skal takast til her.