Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 11

Fróðskaparrit - 01.01.2009, Page 11
DICUIL ABOUT THE FAROE ISLANDS 9 ein. Hesin oyggjaflokkurin er Føroyar heldur enn Hetland. 3. 'aðrar’, t. e. aðrar enn tann sum prest- urin sigldi til: 'Aðrar av teim nevndu oyggj- unum eru smáar'. Kanska er tað soleiðis Bieler skilur tað, táið hann (1967:75) saman- ber unam illam beint frammanfyri við illae insulae + aliae her: kanska meinar hann at tá ið unam illam har má merkja 'eina av teimum', má illae insulae + aliae her kunna merkja 'aðrar av hasum oyggjunum'. Eg ivist í, at hetta er rætt; eg hugsi, at um Dicuil hevði viljað sagt hatta, hevði hann heldur orðað tað soleiðis: "Aliae illarum insularum sunt paruulae". Haraftrat kemur at Dicuil neyvan hevur viljað sagt hatta, tí tað tykist at krevja at hann frammanundan hevur sagt okkurt um støddina á oynni sum presturin sigldi til, og tað hevur hann ikki. 4. 'summar’. Vanligt í latíni er at brúka tvey aliae: aliae... aliae..., sum merkir 'summar... aðrar...', eisini sama orðið í einum øðrum kyni, tali ella falli, og soleiðis stendur fleiri ferðir omanfyri her. Aliae her í VII.15 er tað sama sum tað fyrra aliae har, men í stað- in fyri tað seinna aliae har er her brúkt fere cunctae 'næstan allar'. Orðarætt: 'Hasar oyggjarnar eru summar smáar, [og/men] næstan allar samlar [bara] skildar frá hvørj- um øðrum av mjáum sundum’. Undirskilt: og tí síggja tær kortini næstan út sum ein stór oyggj. - Soleiðis hevur Helgi Cuðmundsson (1997: 95) skilt aliae og allan setningin; týð- ing hansara: "bær eyjar eru sumar smáar og milli nærri allra eru mjó sund". Av uppskotunum til hvussu setningurin skal skiljast, er tað seinasta óivað tað rætta. Zakarias Wang (2008) heldur, at Dicuil ikki meinar við Føroyar tá ið hann sigur frá oyggjum har írskir munkar hava búð í hundrað ár (sum sagt omanfyri, er munkar minni nágreiniligt enn einbúgvar). Próvførsla hansara umfatar tvær fortreytir og eina nið- urstøðu: (F1:) Um tær oyggjarnar sum onnur halda vera Føroyar, sigur ZWás. 181 at Dicuil kallar tær eina lítla oyggj, men á s. 182 at hann kallar tær smáar oyggjar. Hetta skilur ZW sum smáar til samans, og hann heldur at tað má vera í mun til Orknoyggjar og Het- land at tær eru smáar. - (F2:) Men Føroyar eru "javnstórar við Hetland og væl størri enn Orknoyggjarnar". - (N:) Tí kunnu oyggjarnar sum Dicuil tosar um ikki vera Føroyar. - Soleiðis ZW. Men tann fyrra fortreytin er skeiv: Tær oyggjarnar sum kanska eru Føroyar, umrøður Dicuil ikki sum eina oyggj men sum fleiri oyggjar. Har sum hann tosar um eina oyggj, meinar hann ikki við oyggjalandið sum heild men við eina av oyggjunum (og hann sigur einki um stødd hennara). Og tá ið hann sigur at oyggjarnar (ella summar av teimum) eru smáar, meinar hann smáar bvørsær. Taðgev- ur onga meining her at gera eina samanber- ing í stødd millum Føroyar sum heild og Hetland og Orknoyggjar. Próvførslan hjá ZW heldur ikki. ZW vil lata onnur kjakast um hvørjar oyggjar Dicuil so meinar við. Tað hevði verið í lagi um Føroyar høvdu hóskað illa til lýs- ingina hjá Dicuil. Men Føroyar hóska so væl at tær bara kunnu avvísast um aðrar oyggjar hóska uppaftur betri. Um tað er Føroyar Dicuil meinar við, er so tað satt sum hann sigur um írskar ein- búgvar har og um fólkaoyði áðrenn teir komu og aftur tá ið teir vóru horvnir og meðan hann skrivaði? Tað er ein annar spurningur, sum støða ikki skal takast til her.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212
Page 213
Page 214
Page 215
Page 216

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.